Ein av størstu íslendsku fyritøkunum innan hýsing av heimasíðum og telduposti varð fríggjadagin rakt av einum álvarsligum telduálopi.
Talan er um fyritøkuna 1984 ehf., sum hýsir stórum parti av íslendskum heimasíðum og telduposttænastum.
Álopið var so umfatandi, at fyritøkan gjørdi av fyribils at steingja allar sínar tænastur fyri at tryggja dátur og skipanir hjá kundunum.
Tað upplýsir Mörður Áslaugarson, stjóri í 1984, við íslendska Kringvarpið, RÚV.
Óvanliga máttmikið álop
Sambært stjóranum var talan um eitt óvanliga væl skipað og máttmikið álop.
Hann metir, at stór fíggjarlig orka hevur verið brúkt til at fremja tað.
Stjórin sigur, at álopið fór fram við slíkari ferð, at starvsfólkini ikki áður hava sæð nakað líknandi.
Fyritøkan heldur, at talan er um professionellar teldusníkar.
Enn er tó ikki staðfest, hvør stendur aftan fyri álopið.
Tíggjutúsundtals kundar ávirkaðir
1984 er ein stórur veitari av heimasíðu- og telduposthýsing í Íslandi.
Sambært stjóranum kunnu tíggjutúsundtals kundar verða ávirkaðir av álopinum.
Fyritøkan valdi fyrst at steingja tænasturnar heilt.
Síðani var ætlanin stigvíst at lata teldupost og DNS-tænastur upp aftur, so hvørt sum trygdin varð kannað.
DNS er skipanin, sum millum annað syrgir fyri, at heimasíðubústaðir vísa á røttu tænararnar.
Álop á eina slíka skipan kunnu tí fáa avleiðingar fyri nógv fleiri fyritøkur og stovnar enn sjálvan hýsingarveitaran.
Óttast fleiri slík álop
Stjórin í 1984 ávarar um, at slík telduálop kunnu gerast vanligari, eftir hvørt sum vitlíki gevur teldusníkum nýggjar møguleikar.
Hann metir, at alsamt meira framkomin tøkni kann gera tað lættari at fremja stór og væl samskipað álop.
Íslendskir myndugleikar og KT-trygdarfólk eru við í kanningararbeiðinum.
Tað er ikki staðfest, at nakar hevur fingið atgongd til persónligar upplýsingar hjá kundunum.
Hendingin vísir, hvussu viðbrekin ein stórur partur av talgilda samfelagnum kann vera, tá nógvar fyritøkur og stovnar eru bundnir at sama KT-veitara.
Kelda: RÚV.