VÍF hevur nú líka nógv stig - 14 stig - sum H71 í SMS-deildini.
VÍF vann í kvøld í Hoyvíkshøllini 29-28 á H71. Í steðginum var VÍF á odda 16-14. Tað eydnaðist ongantíð H71 at leggja seg á odda í seinna hálvleiki.
Karina Debes Heinesen var við seks málum toppskjútti hjá H71. Við sjey málum var Durita Christophersen Jojic toppskjútti hjá VÍF.
Stjørnan er fremst í deildini við 18 stigum fyri 12 dystir. H71 hevur 14 stig fyri 10 dystir, og VÍF hevur 14 stig fyri 11 dystir. Neistin hevur 13 stig fyri 10 dystir, og EB hevur 10 stig fyri 11 dystir. Kyndil hevur fýra stig fyri 12 dystir, og StÍF er aftast við trimum stigum fyri 10 dystir.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum H71 og VÍF:
-
©