info
Ongi úrslit

Mjällby leikti javnt og Västerås tapti

Nú er bert eitt umfar eftir at leika í Allsvenskuni

Savnsmynd: Johnny Samuelsen
Heri Á. Simonsen
21. november 2026 kl. 20:15

Liðini hjá Martini Agnarssyni, Áka D. Samuelsen og Mattiasi Hellisdal, Mjällby og Västerås leiktu í kvøld næstseinastu dystirnar í bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskuni.

Á útivølli megnaði Mjällby javnleik 1-1 móti Malmö FF. Martin var á vøllinum allan dystin, og Áki kom á vøllin stutt fyri steðgin, tá Jacob Bergstöm gjørdist skaddur.

Tá farið var um fyrsta hálva tíman legði Villiam Granath Mjällby á odda 1-0. Í 63. minutti javnaði heimaliðið til 1-1.

Mjällby er nummar 12 í deildini við 29 stigum.

Nú skulu Martin, Áki og liðfelagarnir á eina langa ferð, ið Martin og Áki kenna væl, nevnliga til Kasakstan. Hósdagin klokkan 15.30 spælir Mjällby dyst móti Kairat í deildarspælinum í Conference League. Tríggjar dagar seinni endar Mjällby svensku kappingina við dysti á útivølli móti Halmstad.

Mattias var á vøllinum í 73 minuttir, tá Västerås á Gamla Ullevi leikvøllinum í Göteborg tapti 1-3 fyri GAIS.

GAIS legði seg á odda longu aftaná 10 minuttirs spæl. Men bert níggju minuttir seinni javnaði Jens Magnusson fyri Västerås. Stutt áðrenn Mattias fór av vøllinum legði heimaliðið seg á odda 2-1, og móti dystarenda øktu teir til 3-1.

Västerås er nummar seks í deildini við 45 stigum, ið er sera flott fyri ein uppflytara.

Västerås endar kappingarárið á heimavølli 29. november. Tá fáa teir vitjan av Hammarby, ið er í harðari kapprenning við Sirius Uppsala at vinna svenska meistaraheitið. Västerås kann sostatt vera við til at senda meistaraheitið til Uppsala, um úrslitini laga seg.

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

15. november kl. 17:38

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Tí eru klementinurnar mislittar

4 minuttir síðan
Tíðindi

Vánaligur seinni hálvleikur gjørdist dýrur hjá KA/Þór

10 minuttir síðan
Hondbóltur

Myndir: Kyndil vann 27-22 móti StíF

1 tími síðan
Tíðindi

Stórt telduálop legði íslendskar vevtænastur lamnar

1 tími síðan
Hondbóltur

Myndir: H71 - KPR Ostrovia Ostrów

1 tími síðan
Hondbóltur

SMS: Stjørnan vann á EB og Kyndil vann á StÍF

1 tími síðan
Tíðindi

Zelenskyj: – Fyri okkum er Putin ein drápsmaður

1 tími síðan
Hondbóltur

European Cup: H71 kopp­aði fjórð­fremsta lið­num í Pól­landi

2 tímar síðan
Tíðindi

Sámal Mikkel­sen tal­ar á mid­degi – sang­kórið syng­ur á kvøld­møti­num

2 tímar síðan
Hondbóltur

Aftaná trý tap á rað kom Skuru á sigursslóðina aftur

2 tímar síðan
Tíðindi

Finska verjan: Ukraina stendur helst aftanfyri álopið

2 tímar síðan
Tíðindi

Kjartan Johansen stóð fyri 13 málstigum

3 tímar síðan