info
Ongi úrslit
Bert 12 ára gamal byrjaði hann eftir skúlatíð at hjálpa til við bori- og spreingiarbeiði á Glyvursnesi í sambandi við stóru havnaútbyggingina hjá J&K Petersen

Tummas Johan­sen er yngsti spreingi­meist­ari í Føroyum

Hann er útbúgvin maskinsmiður, royndur borivognsførari og nú eisini yngsti góðkendi spreingimeistari í Føroyum

Vilmund Jacobsen
26. september 2026 kl. 11:33

- Vit eru sera glað fyri at kunna ynskja Tummasi Johansen hjartaliga tillukku við, at hann nú hevur fingið endaligt loyvi til at keypa og brúka spreingievni – og samstundis er vorðin yngsti spreingimeistari í Føroyum.

Soleiðis verður sagt á Facebook-vanganum hjá fyritøkuni, Kaj Andreasen & Co.

- Áhugin fyri maskinum, boring og spreinging byrjaði sera tíðliga hjá Tummasi. Bert 12 ára gamal í 2017 byrjaði hann eftir skúlatíð at hjálpa til við bori- og spreingiarbeiði á Glyvursnesi í sambandi við stóru havnaútbyggingina hjá J&K Petersen Contractors.

Sagt verður, at Tummas var so ungur, at John Petersen, sáli, mátti syrgja fyri einum serligum undantaksloyvi, so hann kundi sleppa at luttaka í arbeiðinum.

- John hevði stóran tokka til, at ein so ungur og ágrýtin drongur hevði áhuga fyri fakinum, vildi læra og ikki var bangin fyri at taka fatt. Ein umsitingarlig forðing skuldi ikki standa í vegnum fyri arbeiðshuginum hjá unga manninum.

Hetta gjørdist byrjanin til ein áhuga, sum hevur fylgt Tummasi síðan.

- Gjøgnum árini hevur hann verið aftur og fram hjá bæði J&K Petersen og NK Entreprenørum, har hann hevur fingist við boring og spreinging. Eisini meðan hann var í læru sum maskinsmiður, helt hann fram við at arbeiða innan bori- og spreingifakið, tá høvi beyðst.

Og lagt verður aftrat:

- Boring og spreinging hava sostatt verið ein partur av arbeiðslívinum hjá Tummasi, síðan hann var 12 ára gamal. Nú, nærum 10 ár seinni, hevur hann - hóast sín unga aldur - longu savnað sær nógvar og fjølbroyttar praktiskar royndir innan fakið.

Seinasta hálvtannað árið hevur Tummas arbeitt meira miðvíst við boring og spreinging hjá NK Entreprenørum, har hann eitt nú hevur verið fastur førari á teirra Epiroc SmartROC T40 borivogni.

- Gjøgnum árini hevur hann fingið royndir við nógvum ymiskum sløgum av bori- og spreingiarbeiði – frá teimum heilt stóru spreingingunum í grótbrotum til smærri og meira krevjandi spreingingar í tættbygdum økjum.

Hann hevur arbeitt við bæði dynamitti og nýggjastu tøknini innan spreingievni.

- Ein partur av hesum er okkara føroyskt framleidda spreingievni, sum verður løtt við serbygdum tøkniligum løðieindum. Við hesi tøknini ber til at tillaga løðingina til ta einstøku uppgávuna – frá stórum spreingingum í grótbrotum til smærri og neyvari spreingingar í tættbygdum økjum, har serlig atlit skulu takast til umhvørvið rundanum.

Á Facebook-vanganum hjá verður víst á, at í mars í ár tók Tummas eitt vikulangt ástøðiligt grundskeið í spreingitøkni, sum Kaj Andreasen & Co skipaðu fyri í Føroyum. Síðani hevur hann lokið kravda praktiska partin við ymiskum sløgum av boring, løðing og spreinging, og nú er endaliga loyvið komið upp á pláss.

- Fyri NK Entreprenørar er hetta samstundis partur av einari spennandi menning. Ein yngri generatión er á veg inn í felagið, og Tummas Johansen er eitt gott dømi um ungar kreftir, sum taka við, nema sær fakliga vitan og byggja víðari á tær royndir og tað handverk, sum eru ment gjøgnum árini.

Søgan hevur sostatt gingið frá 12 ára gamla smádronginum á Glyvursnesi, sum eftir skúlatíð vildi sleppa at vera við, til ein ungan mann, sum nærum 10 ár seinni er útbúgvin maskinsmiður, royndur borivognsførari og nú eisini yngsti góðkendi spreingimeistari í Føroyum.

- Tað er stuttligt at síggja ungar kreftir vísa áhuga fyri einum faki, sum krevur ábyrgd, fakliga vitan, neyvleika og nógvar praktiskar royndir – og samstundis síggja eitt nýtt ættarlið koma inn í føroyska bori- og spreingifakið, har tað uttan iva er tørvur á yngri kreftum í komandi árum.

Á Facebook-vanganum hjá Kaj Andreasen & Co verður ynskt Tummasi Johansen hjartaliga tillukku við próvnum og loyvinum og lagt verður aftrat, at tey gleða seg til at fylgja honum víðari á leiðini.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

17 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Endaði í geglinum eftir rok í Sverrisgøtu

21 minuttir síðan
Fótbóltur

Eyðun vil hava Aron við til Moldova

37 minuttir síðan
Tíðindi

Javnstøða kann styrkja kapp­ing­ar­før­ið í Norður­londum

1 tími síðan
Tíðindi

Tveir mistu koyrikortið treytað á sama vegastrekki

2 tímar síðan
Tíðindi

Ov nógv nýtsla av ChatGPT kann enda við „vitankollapsi“

3 tímar síðan
Tíðindi

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

4 tímar síðan
Tíðindi

Nýggja høllin á Strondum verður boðin út í innbodnari lisitatión

4 tímar síðan
Tíðindi

Fýra skuld­sett fyri inn­brot­ið í Á – 160.000 krón­ur fram­vegis burtur

5 tímar síðan
Tíðindi

Trý dripin í ukrainskum álopi í Russlandi

5 tímar síðan
Tíðindi

Sjáldsamt landslag sæst úr rúmdini

5 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Vedd­ing­ar­fyri­tøk­ur­nar hella til ein før­oysk­an sigur

8 tímar síðan
Tíðindi

Sjómansmissiónin vitjar í Porkeri

9 tímar síðan