Tíðindaskriv:
Sangur – Samfelag – Sjálvstøða
Hvønn leiklut spælir mentan í lokalum samleika og altjóða viðurskiftum?
Kom til ókeypis pallborðskjak við luttakarum í Pan-Arctic Vision!
Pan-ArcticVision er stovnað við tí endamáli at skapa samband og felagsskap tvørtur um landamørk í Norðri og soleiðis styrkja mótstøðuførið og burðardygg lokalsamfeløg gjøgnum tónleik og list.
Føroyar hava sítt egna mál, flagg, mentan og tónleik. Samstundis vísir nýggjasta PISA-kanningin, at ung hava trupulleikar við at brúka málið, sterkar røddir tala fyri tættari sambandi við Danmark orsakað av Trump og núverandi heimsstøðu, samstundis hevur Ísland júst takka nei til luttøku í ES.
Spurningurin um sjálvstøðu er afturvendandi, bæði innanhýsis í Føroyum og uttanhýsis.
Hvør er leiðin frameftir? Hvussu sær støðan út aðrastaðni í Norðri? Og hvønn leiklut spælir mentan í teimum omanfyrinevndu viðurskiftunum?
Skrá:
Kl.18.00 - 20.00
1. Innleiðing til Pan-ArcticVision
Stjórin og listamaðurin Amund Sjølie Sveen greiðir frá hugskotinum um, at savna tónleikarar úr øllum heiminum fyri at byggja ein felags norðurlendskan felagsskap tvørtur um landamørk og hvussu tað endaði í Føroyum.
2. Støðan í Føroyum
Høgni Hoydal deilir sínar tankar um støðuna í Føroyum í dag og møguleikar fyri framtíðina.
3. Pallborðskjak: Sangur – Samfelag – Sjálvstøða
Hvønn leiklut hava list og tónlist í samleikanum fyri eitt samfelag og fólk? Hvønn týdning hava mál, fløgg og lokalur tónleikur?
Tónleikarar, listafólk og mentanarstarvsfólk úr Arktis deila sjónarmið og royndir.
Luttakarar í pallborðinum eru tónleikarar og aktørar innan mentan, sum eru knýtt at Pan-ArcticVision.
Kl. 20:30 Konsert á Blábar
við Dóttir (FO), Ivar Beddari (NO/SÁ) og Niko Valkeapää & Miro Mantere (FI/SÁ). Konsertirnar eru ÓKEYPIS.