Deyðadømdi, Douglas Stewart Carter, sum hevur sitið í amerikanskum deyðskliva í Utah í heili 41 ár, verður nú leyslatin móti trygd - ella kautión, og nú skal nýtt rættarmál gera av, um maðurin er sekur í drápinum, sum hann varð dømdur fyri at hava framt í 1985.
Nýggjar greiningar av DNA, sum vóru klárar í september í ár, vísa, at blóðspor á staðnum, har drápið fór fram, eru ikki frá Douglas Stewart Carter, og tað eru sporini á vápninum, sum varð brúkt til brotsgerðina, heldur ikki.
Soleiðis eru eingi fysisk prógv, sum knýta hin nú 71 ára gamla til drápið av Evu Olesen í 1985. Tískil hevur ein dómari nú givið boð um nýtt rættarmál. Hann sigur, at nýggju kanningarnar gera málið ímóti tí áður deyðadøma veikari.
Familjan hjá gentuni, sum varð dripin, hevur mótmælt, at hin deyðadømi nú verður leyslatin, og sagt verður, at gentan, sum varð dripin, var í nærmastu familju við politimeistaran í býnum, Provo.
Dagbladet.no skrivar, at hin deyðadømdi sleppur ikki undan fótleinkju, nú hann verður leyslatin, og hann noyðist at vera í fótleinkju, til rættarmálið kemur fyri aftur næsta ár. Álagt verður honum eisini, at hann ikki skal uppsøkja Olesen-familjuna.
Tá rættarmálið var fyri í 1985, greiddu tvey vitnir frá, at Douglas Stewart Carter hevði sagt seg hava dripið Evu Olesen, men seinni tóku tey sína frágreiðing aftur.
Sjálvur skrivaði Douglas undir eina játtanarsak, men hann sigur, at hetta hendi undir tvingsli, og hann hevur øll árini sagt seg vera ósekan í drápinum, sum hann varð deyðadømdur fyri.
- Ákæruvaldið hevur boðað frá, at tey fara ikki at biðja um deyðarevsing, tá málið ímóti Douglas Stewart Carter verður tikið uppaftur næsta ár.