Tað endaði við 2-0 heimasigri, tá ið Víkingur í kvøld hevði vitjan av AB. Hálvleiksstøðan var málleysur javnleikur, og tað var AB, sum undan steðginum var mest í álopsstøðu, uttan at tað eydnaðist at vinna upplagdar málmøguleikar.
Eftir steðgin var Víkingur omaná, og tá eydnaðist tað heimaliðnum at skora tvey mál. Í báðum førum var tað Rani Hansen, sum var málskjútti. Hóast hann í kvøld var á besta liðnum fyri 44. ferð, so er tað ikki fyrrenn nú í heyst, at Rani Hansen av álvara hevur vunnið pláss á besta liðnum.
Í kvøld var hann fyri fyrstu ferð tvífaldur málskjútti í bestu deildini. Hann skoraði tvey mál, tá ið hann í 2023 royndi seg í EB/Streymi, og so hevur hann í heyst skorað bæði í 23. og 24. umfari, áðrenn hann nú í kvøld var tvífaldur málskjútti.
Tað var innanfyri fimm minuttir tíðliga í seinna hálvleiki, at Rani Hansen skoraði tvey mál. Í fyrra førinum var tað ein annar av nýggju monnunum á liðnum hjá Víkingi, miðvallarin Arnór Brandsson, sum átti uppleggið.
Við finalusigrinum í kappingini um løgmanssteypið hevur Víkingur longu tryggjað sær pláss í Europa. Undan tveimum teimum síðstu umførunum er Víkingur á fjórða plássi við 41 stigum. Tað eru tvey stig aftur til B36, og tað eru trý stig fram til HB.
Um eina viku fær Víkingur vitjan av EB/Streymi, og annan leygardag verður rundað av á útivølli ímóti KÍ.
Tapið í kvøld var tað triðja á rað hjá AB, sum av álvara nærkast niðurflytingarstrikuni. AB hevur saman við Skála ÍF 24 stig. Málmunurin hjá Skála ÍF er -13, og hjá AB er málmunurin -14. Niðanfyri AB og Skála ÍF eru 07 Vestur og B68 við ávikavíst 22 og 20 stigum.
Hóast AB er í trongum skóm, so hava argjamenn framvegis lagnuna í sínum egnu hondum. Í tveimum teimum seinastu umførunum fer AB at spæla á útivølli ímóti Skála ÍF og á heimavølli ímóti 07 Vestur.