Í Noregi hevur verið leitað eftir einum manni í 30-árunum , sum varð saknaður, eftir at hann varð dottin av einum vatnskutara út fyri Bodø í Noregi.
Leiting varð sett í verk, og seinnapartin í gjár segði norska løgreglan, at tey tá leitaðu eftir líkinum av manninum, tí lítil vón var um, at hann kundi vera á lívi.
Í Noregi verður nógv gjørt fyri at finna fólk - og eisini lík - aftur, tá vanlukkur eru á sjónum. Soleiðis hevur eisini verið í hesum føri.
Og enn einaferð var eydnan við teimum, sum leitaðu.
Stutt fyri klokkan 11, lokala tíð, í morgun varð líkið av manninum funnið av kavarum. Líkið varð funnið á umleið seks metra dýpi í Mørkvedbuktini.
Norskir miðlar vita at siga, at tvey fólk vóru á vatnskutaranum, tá vanlukkan hendi, og hin persónurin - ein kvinna - megnaði at svimja til lands.
Átaksleiðarin hjá løgregluni í økinum, Kristian Vikran Karlsen, segði við Avisa Nordland, at tað var ein granni, sum boðaði frá vanlukkuni.
- Umleið klokkan 02.30 í nátt var tað ein íbúgvi í gannalagnum, sum hoyrdi róp um hjálp úr fjøruni. Vit koyrdu til staðið og funnu tá eina kvinnu, sum var sera køld.
Átaksleiðarin hjá løgregluni sigur, at kvinnan var farin inn í ein bygning, sum av tilvild stóð opin her í umhvørvinum, sigur Kristian Vikran Karlsen.
Átaksleiðarin leggur aftrat, at kvinnan eftir vanlukkuna hevði svomið einar 200 metrar til lands í kalda sjónum.