Søren Gade gevst í Fólkatinginum. Tað boðar royndi Venstre-politikarin frá á Facebook, har hann bæði finst at politisku kósini hjá flokkinum og viðferðini, hann hevur fingið seinastu tíðina.
– Eftir seinasta fólkatingsval gjørdi leiðslan í Venstre av, at flokkurin skuldi út á eina nýggja ferð. Eg havi roynt at finna mítt pláss á teirri ferðini, men má eisini ásanna, at eg ikki longur kann taka undir við kósini. Og eg kenni heldur ikki ferðamálið, skrivar hann.
Hann leggur dent á, at hann fór upp í politikk fyri at stríðast fyri sínum sannføringum og teimum fólkum, sum valdu hann – ikki fyri at atkvøða ímóti síni egnu sannføring.
Ein ítøkilig ósemja snýr seg um donsku taðingarlógina. Sambært Søren Gade boðaði hann longu í summar leiðsluni í tingbólkinum frá, at hann ikki kundi atkvøða fyri henni.
Hann heldur, at fakliga grundarlagið ikki var nóg gott, og at ógreitt var, hvørjar endurgjaldsskipanir landbúnaðurin kundi rokna við. Hann sigur seg hava hildið ósemjuna innanhýsis fyri at geva leiðsluni møguleika at finna eina loysn.
Søren Gade í formanssessinum í Fólkatinginum 24. juni í ár. Í einum persónligum Facebook-uppslagi greiðir hann frá, at bæði politisk ósemja og persónliga viðferðin seinastu tíðina hava fingið hann at gevast. Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix
Í uppslagnum nevnir hann beinleiðis floksformannin Troels Lund Poulsen og næstforkvinnuna Stephanie Lose. Tað eru tey, sum hava samráðst um grønu trípartaavtaluna og seta kósina hjá Venstre, staðfestir hann.
– Eina kós, sum eg ikki eri samdur í, skrivar Søren Gade.
Men avgerðin snýr seg eisini um persónlig viðurskifti.
Hann vísir á eina lýsing av sær í Jyllands-Posten, sum varð prentað sama dag, sum hann fór frá sum fólkatingsformaður. Sambært Gade varð hann sum menniskja tikin sundur við støði í ónevndum keldum.
Hann skrivar, at tankin um, at fólk, hann hevur samstarvað við og havt álit á, kunnu hava verið við til hetta, ger hann harman.
– Aftan fyri ein og hvønn politikara stendur eitt menniskja. Við kenslum, familju og einum marki fyri, hvussu nógv ein vil finna seg í, og hvat heilsan tolir, skrivar hann.
– Seinastu vikurnar havi eg verið glaðari fyri at fara í song um kvøldið enn fyri at fara upp um morgunin. Soleiðis skal lívið ikki vera.
Søren Gade sigur eisini, at hann ikki vil vera ein steinur í skónum hjá flokkinum, sum hevur verið ein so stórur partur av lívi hansara.
Hann takkar veljarum, starvsfólkum og teimum mongu, sum hava hjálpt honum gjøgnum árini. Samstundis vónar hann, at Erik Flyvholm tekur við tingsessinum eftir hann.
– Eg fari úr Fólkatinginum við sorg í hjartanum, men eisini við djúpari takksemi. Nú gleði eg meg til meira tíð saman við familjuni og teimum menniskjum, eg eri góður við, skrivar Søren Gade.