Liðini hjá Óla Mittún og Jóhan á Plógv Hansen, GOG og Skanderborg-Aarhus gjørdu bæði sína skyldu í bestu donsku hondbóltsdeildini í dag.
GOG vann í málríkum dysti í Svendborg Arena 39-30 á KIF Kolding. Í steðginum var mest sum avgjørt, tí tá var GOG á odda 22-12.
Óli var sera effektivur. Hann skoraði sjey mál upp á sjey málroyndir, og hann legði eisini upp til tvey mál. GOG er fremst í deildini við 19 stigum. Teir eru fýra stig frammanfyri Ribe-Esbjerg á øðrum plássinum.
Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg-Aarhus vunnu í dag á útivølli 32-29 á Ribe-Esbjerg. Í steðginum var Skanderborg-Aarhus á odda 19-14.
Jóhan skoraði tvey mál upp á fýra málroyndir.
Skanderborg-Aarhus er nummar seks í deildini við 12 stigum.
Liðið hjá Jákupi Egholm og Paula H. Rasmussen, TMS Ringsted tapti á útivølli tepurt 30-31 fyri Bjerringbro/Silkeborg. Í steðginum var støðan javnleikur 15-15. Pauli var noteraður fyri eitt mál.
TMS Ringsted er næstaftast í deildini við trimum stigum.