info
Ongi úrslit

Horst Wein Fótbóltsstevna á Argjum

Slóðbrótandi fótbóltsstevna eftir FCK uppskrift verður á Argjum 26. apríl.

Argja Bóltfelag
19. apríl 2024 kl. 11:48

Hevur tú nakrantíð undrast yvir, hvussu FCK-mennir fótbóltsleikarar? Svarið er í stóran mun at finna í Horst Wein háttalagnum, sum snýr seg um at menna fótbóltsleikarar gjøgnum refleksiva læring. Á hendan hátt taka leikararnir ábyrgd fyri egnari menning heldur enn, at venjarin fortelur teimum, hvat teir skulu hugsa og gera.

Til Horst Wein stevnur verður dystast á ein øðrvísi hátt enn til vanligar dystir. Vit kunnu lova ein stuttligan og læruríkan fótbóltsdag, har hvørt lið spælir í minsta lagi fýra dystir. Ljóðar hetta áhugavert? Fá so fatur á tínum liðfeløgum og melda til á [email protected] í seinasta lagi týsdagin 24. apríl.

Tað verða ongar medaljur og einki steyp. Bara fótbóltur og stuttleiki. Kostnaðurin er 50 kr. fyri hvønn leikara.

Fyri meira upplýsing um, hvussu spælt verður, sí video DBU: https://www.dbufyn.dk/.../horst-wein-staevner-4.../ 

Karmar fyri "Horst Wein" stevnuna: 

Spælt verður á bana við 3. leikarum á hvørjum liði. Hvørt lið kann hava tríggjar eykaleikarar. Tó spæla U9 og eldri við fýra leikarum í senn og kunnu hava tveir eykaleikarar. Tað er frí inn/útskifting. Vit spæla uttan málverja.

Vøllurin er næstan líka breiður, sum hann er langur. Á hvørjari baklinju eru tvey smá mál. Hetta merkir, at tykkara lið skal verja tvey mál, men hevur eisini tvey mál at skora í.

Vøllurin:

- U7 og U8: 20m breiður (12 m millum málini) og 25 m langur.

- U9, U10 og U11: 25 m breiður (12 m millum málini) og 30 m langur.

Dystir:

- U7 og U8 spæla við trimum leikarum inni í senn. Dystirnir eru 12 min. hvør – Pláss er fyri í mesta lagi 20 liðum.

- U9, U10 og U11 spæla við fýra leikarum inni í senn. Dystirnir eru 15 min. hvør – Pláss er fyri í mesta lagi 15 liðum.

o U9, U10 og U11 kunnu melda til ein A bólk ella ein B bólk, alt eftir hvat støðið leikararnir eru.

- Liðið, sum stendur sum heimalið leiðir dystin. 

Tilmelding: 

Tit gera eitt lið við í mesta lagi seks leikarum og finna eitt liðnavn. Síðani senda tit teldupost til [email protected] við evninum ‘Tilmelding til Horst Wein’. Viðmerk árgang og navn á liði, umframt navn og telefonnummar hjá kontaktpersóni.

Rinda við at flyta 50 kr. fyri hvønn leikara innan tann 22. apríl. Kontan er 6460-181.840.8. Viðmerk árgang og liðnavn. Eftir hetta er tilmeldingin bindandi, og peningurin verður ikki afturgoldin.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

22. oktober kl. 09:28

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Atlantic Airways keypir tvey nýggj flogfør

9 minuttir síðan
Tíðindi

Soleiðis verður dagurin hildin á Tvøroyri

33 minuttir síðan
Tíðindi

Støre er ósamdur við Mette

1 tími síðan
Hondbóltur

European Cup: H71 skal til Póllands

1 tími síðan
Tíðindi

Barnaárini hoyra børnu­num til – ikki tøkni­risunum

2 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður: Vit vilja hava snild­fon­ir­nar úr skúlu­num

2 tímar síðan
Tíðindi

Hvussu dansar norðlýsið?

2 tímar síðan
Tíðindi

Mette Frederiksen er ivingarsom um samrøður við Putin

3 tímar síðan
Tíðindi

Heilsuhjálparafelagið hóttir við verkfalli

3 tímar síðan
Tíðindi

Fara at reinsa UV-anlegg

3 tímar síðan
Tíðindi

Sambandsflokkurin heldur heystfund leygardagin

3 tímar síðan
Tíðindi

Bankarnir høvdu 286 mió. kr. í yvirskotið fyrra hálvár 2026

4 tímar síðan