Tá Bartal selur partabrøvini, hevur hann rindað 35% av øllum vinninginum í skatti. Bartal hevur sostatt 3.625.000 eftir, tá ið avtornar.
Búi keypir eina íbúð í havn fyri 2.000.000, og selur 10 ár seinni fyri 4.000.000. Hetta tíðarskeiðið leigar hann íbúðina út til eina barnafamilju fyri 9.500 um mánaðin. Tá Búi selur íbúðina, rindar hann 0% í skatti fyri íbúðina, og fyri leiguna rindar hann einans 25% av tí sum er omanfyri 100.000 um árið. Búi hevur sostatt 5.105.000 krónur, tá ið avtornar.
Íløgan hjá Búa hevur givið hálva aðru millión meira enn tann hjá Bartal - einamest orsaka av skattafyrimunum. Gamaní hevur Búi nakrar útreiðslur av at eiga fastogn, men ikki nógv samanborið við samlaða meirvinningin.
Hetta einfalda roknistykki er høvuðsorsøkin til bústaðarneyðina. Tá vit ikki skatta íløgur í fastogn á sama hátt sum aðrar íløgur, floymur kapitalurin á bústaðarmarknaðin, tí kapitalur fer har sum vinningurin er størstur - og vanlig fólk bera avleiðingarnar.
Skulu vit steðga bústaðarspekulatión, og geva barnafamiljum ein livandi kjans, so mugu vit annaðhvørt gera tað bíligari at gera alternativar íløgur, ella gera tað dýrari at keypa fastogn sum íløgu burturav.
Bjarni K. Petersen
Løgtingsmaður