info
Ongi úrslit

Hvørji eru vit? Sjónleikur bjóðar norðurlendsku sjálvsfatanini av

Mál og mentan stóð fyri skotum. Menniskjahandil. Familjur vórðu koyrdar sundur. Vit eru Norðurlond – eitt dekoloniserandi ritual er leikur um meira óghugnaligu síðurnar av norðurlendsku søguni. Leikurin, sum Gunnvá Zachariasen spælir við í, verður spældur í Norðurlandahúsinum 21. oktober kl. 17.

Eirikur Lindenskov
19. oktober 2026 kl. 16:51

Hvat hava vit í felag, tá vit siga, at vit eru Norðurlond? Hvat finna vit, um vit seta sjóneykuna á kolonisøguna í Norðurlondum?

Vit eru Norðurlond – eitt dekoloniserandi ritual savnar listafólk úr Føroyum, Grønlandi, Sámalandi, Danmark og Noregi í verki um kolonisering, vald og slóðirnar, ið søgan hevur elvt til í Norðurlondum.

Leikmyndin er eitt livandi landslag, sum samiska myndlistakvinnan Stina Aletta Aikio hevur gjørt. Jørð, vøkstur og glas eru partur av pallmyndini, og leikarar og áskoðarar flyta, skapa og upploysa jørðina saman. Tónleikur, tekstur og kroppur gerast partur av saman rúmi.

Leikurin er spældur ymsastaðni í Norðurlondum, og verður á hvørjum staði til nakað nýtt við staðbundnum listafólki, ið er við sum gestur. Í Føroyum verður Gunnvá Zachariasen við. Sýningin hevur eisini ein annan føroying við: Tónaskaldið Tróndur Bogason hevur gjørt tónleikin til verkið.Vit eru Norðurlond – eitt dekoloniserandi ritual hevði frumsýning á tjóðleikhúsinum í Nuuk í 2023 og hevur síðani verið spældur bæði í Noregi, Sámalandi, Finnlandi og Danmark.

Atgongumerki kunnu keypast á nlh.fo

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

ORÐ & TÓNAR í Reinsarínum

26 minuttir síðan
Fótbóltur

Fimm stig til B36 og tvey stig til Skála ÍF

41 minuttir síðan
Tíðindi

Smábarn og tvær kvinnur dripin í Kharkiv

1 tími síðan
Tíðindi

Gloria víðkar úr átta upp í fjúrtan búpláss

1 tími síðan
Tíðindi

Fróðskaparsetrið útvegað metstóran granskingarstuðul

2 tímar síðan
Fótbóltur

HB vann báðar dystirnar við Margáir - EB/Streymur vann dystin í Gundadali

2 tímar síðan
Tíðindi

Krabba­meins­fel­ag­ið bið­ur fyri fyrstu ferð um stuð­ul á fíggjar­lógini

2 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri stjórnarhermenn dripnir í houthi-álopi á hernaðarlegu

2 tímar síðan
Tíðindi

Frá sjúkrahúsverki til universitetssjúkrahús

2 tímar síðan
Fótbóltur

NSÍ fekk fullan pott móti 07 Vestur

3 tímar síðan
Tíðindi

Eingin lodnuveiða í Barentshavinum - triðja árið á rað

4 tímar síðan
Tíðindi

Bjóða tilflytarum til kunningarfund á Kambsdali

4 tímar síðan