Tvær kvinnur og eitt smábarn vórðu dripin av einari russiskari dronu, tá tey vóru í einari viðarlund í ukrainsku Kharkiv-regiónini.
Tað skrivar ukrainski innanríkisráðharrin, Ivan Vyhivskyj, á Telegram í dag.
Næstan hvønn dag kostar russiska krígsførslan í Ukraina sivil mannalív, og aftur í nátt leyp Russland á ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv.
Tað hevur Russland gjørt óteljandi ferðir áður, síðan landið leyp á sítt egna grannafólk, sum ukrainar mugu sigast at vera.
Tað var í februar í 2022, at Russland leyp á Ukraina, og tað er einki, sum bendir á, at landið ætlar at taka síni herfólk úr aftur Ukraina.
Tað er norska kringvarpið - NRK - sum ber tíðindini frá ukrainska innanríkisráðharranum, Ivan Vyhivskyj, í dag.