info
Ongi úrslit

Stríðið um havnargjøldini kemur á ting í dag

Landið vil spara umleið sjey milliónir krónur við at frítaka Strandferðsluna fyri havnargjøld. Kommunurnar mótmæla, og løgtingsumsitingin vísir nú á óavgreiddar spurningar um møguliga ognartøku.

Eirikur Lindenskov
20. oktober 2026 kl. 07:25

Eftir hvassar atfinningar frá Tórshavnar kommunu kemur uppskotið um havnargjald, brúgvagjald og vørugjald til fyrstu viðgerð í Løgtinginum í dag.

Uppskotið hjá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, skal frítaka skipini hjá Strandfaraskipum Landsins fyri hesi gjøld í kommunalu havnunum. Ætlanin er, at lógin kemur í gildi 1. januar 2027.

Fyri landskassan merkir tað eina árliga sparing upp á umleið sjey milliónir krónur. Kommunalu havnirnar missa samsvarandi inntøkur.

Tórshavnar havn verður nógv harðast rakt. Sambært yvirlitinum, sum in.fo áður hevur umrøtt, eru gjøldini hjá Strandferðsluni til havnina nærum sjey milliónir krónur í 2026. Eisini Hvannasunds og Sands kommunur missa inntøkur. Les fyrri umrøðuna á in.fo.

Kommunan ávarar um avleiðingarnar

Elsa Berg, borgarstjóri, og Heðin Mortensen, formaður í havnarnevndini, hava ávarað um, at Tórshavnar havn ikki kann tryggja skipunum føst pláss, um landið ikki vil rinda gjøldini.

Í samrøðu við in.fo 12. oktober vístu tey á, at havnin altíð hevur tvey pláss tøk til Smyril, tí umstøðurnar kunnu forða honum í at leggja at á fasta plássinum. Eisini skipið á Nólsoyarleiðini hevur fast pláss.

Borgarstjórin fanst samstundis at, at einki samskifti hevði verið við kommununa um uppskotið, og at tað ikki hevði verið til hoyringar. Hon metti málið vera ein álvarsligan smeit fyri samstarvið við landsstýrið. Les samrøðuna á in.fo.

Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin, hevur eisini mótmælt og heitt á løgtingslimir úr miðstaðarøkinum um at steðga uppskotinum.

– Haldið fingrarnar burtur frá kommunukassanum hjá Tórshavnar Kommunu, skrivaði hann í einari viðmerking á in.fo.

Nýtt notat vísir á løgfrøðilig ivamál

Undan viðgerðini hevur løgtingsumsitingin í einum notati, dagfest 19. oktober, víst á, at spurningurin um møguliga ognartøku ikki er viðgjørdur í lógaruppskotinum.

Umsitingin vísir til eitt samsvarandi uppskot frá 2009. Tá mettu fleiri hoyringspartar, teirra millum Tórshavnar kommuna og Innlendismálaráðið, at uppskotið kundi bera í sær ognartøku eftir grundlógini. Tað uppskotið varð tikið aftur áðrenn fyrstu viðgerð.

Sambært notatinum eru hesi ivamál framvegis viðkomandi. Har verður eisini upplýst, at Lógartænastan ikki eftirkannaði núverandi uppskotið, tí tað longu var sent á landsstýrisfund. Lógartænastan gjørdi tó Vinnumálaráðið vart við spurningin um fíggjarlig rættindi, sum kunnu vera vard av grundlógini.

Løgtingsumsitingin staðfestir ikki, at talan er um ognartøku. Hon metir heldur ikki, at ivamálini forða tingviðgerðini, men vísir á, at Løgtingið kann fáa málið upplýst undir ting- og nevndarviðgerðini. Les notatið hjá løgtingsumsitingini.

Landsstýrið vísir á samfelagsligan týdning

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið grundgevur Vinnumálaráðið við, at fólka- og farmaflutningurin hjá Strandferðsluni hevur alstóran týdning fyri landið sum heild. Tí verður mett rætt at frítaka skipini fyri gjøldini.

Frítøkan skal eisini fevna um landsins verjuskip, vaktar- og bjargingarskip og havrannsóknarskip.

Skipini skulu tó framvegis rinda fyri aðrar tænastur, eitt nú vatn, streym og móttøku av burturkasti.

Uppskotið skal harumframt geva kommununum greiða heimild at krevja havnar-, brúgva- og vørugjøld frá øðrum skipum og bátum. Gjøldini skulu ikki vera hægri enn kostnaðurin av at veita tænastuna. Les lógaruppskotið.

Málið er triðja punkt á dagsskránni fyri tingfundin, sum byrjar klokkan 11. Eftir fyrstu viðgerð verður tað beint í Vinnunevndina.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Seks bilførarar fingu klipp á Vaglinum

8 minuttir síðan
Tíðindi

Pensjónir, kóp­ur og ti­l­búgv­ing á tingi í dag

1 tími síðan
Hondbóltur

VIDEO: Hannover-Burgdorf leikti javnt móti botnliði

1 tími síðan
Tíðindi

Undirtøkan hjá Trump hevur ongantíð verið lægri

8 tímar síðan
Tíðindi

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

10 tímar síðan
Tíðindi

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

10 tímar síðan
Tíðindi

Køkurin skal flyta samfelagið eina burðardyggari leið

11 tímar síðan
Fótbóltur

Ronaldo fær leikbann í mánaði uttan landsdystir

11 tímar síðan
Tíðindi

Vilja vita hví hinir leikbólkarnir fáa stuðul

12 tímar síðan
Tíðindi

Uefa gevur Infantino tvær vikur at lata skjøl frá sær

12 tímar síðan
Fótbóltur

Víkingur fekk fulla úrtøku móti AB

13 tímar síðan
Tíðindi

Lesihúsið: Børn fáa ikki neyðugu hjálpina í fólkaskúlanum

13 tímar síðan