info
Ongi úrslit

Til minnis um pápa mín, Regin Drangberg

Tá eg nú siti og hugsi um, hvat eg skal skriva um pápa mín, so er tað rættiliga nógv, eg kundi skrivað. Tað er torført at lýsa eitt heilt lív við nøkrum fáum orðum. Men um eg skuldi lýst pápa við trimum orðum, so hevði eg sagt: álítandi, tryggur og rættvísur – og hetta eru bara trý av teimum mongu góðu orðunum, sum kunnu lýsa hann.

Martin Drangberg
20. oktober 2026 kl. 09:20

Pápi var maður Ingibjørg og pápi at fimm børnum – trimum gentum og tveimum dreingjum, har eg eri tann yngsti.

Sum unglingi fór pápi til skips, og havið gjørdist ein stórur partur av hansara lívi. Tað var har, hann hevði sín gerning og sína lívsleið í nógv ár. Tá hann kom í fyrst í 40-ini, gjørdi hann av at leggja upp og rógva út. Tað dámdi honum væl at vera á sjónum. Men seinni fekk hann ein hjartatilburð, sum gjørdi, at hann noyddist at gevast.

Pápi var ein trúgvandi maður. Tað var ikki óvanligt at síggja hann við harmonikuni á rygginum sunnukvøld, á veg til møti. Harmonikan var ein stórur partur av honum, og vit hava nógvar hugnaligar og góðar løtur saman við pápa, har hann spældi og skapti lív og gleði rundan um seg.

Tey seinastu 15–20 árini bleiv lítið spælt. Pápi varð raktur av Parkinson, sum gjørdi tað mest sum ómøguligt hjá honum at spæla harmoniku. Tað var ein stórur missur fyri hann, tí tónleikurin hevði verið honum so kærur.

Pápi var ein maður, sum hevði stóra umsorgan fyri sínum. Hann var altíð har fyri familjuna, og tað var eingin ivi um, hvussu nógv vit merktu fyri hann.

Pápi átti fimm børn, 14 abbabørn og tvey langabbabørn. Tað var ein stórur skari, sum hann var sera góður við og hevði umsorgan fyri.

Tá mamma okkara fór fyri tveimum árum síðani, kendu vit øll, hvussu stórur saknurin eftir henni var. Nú sita vit aftur við einum stórum tómrúmi, tí pápi eisini er farin frá okkum. Tað er tungt at missa báðar foreldrini, og orð røkka ikki altíð til at lýsa tann saknin, sum er eftir.

Seinastu tvey árini búði pápi á eldrasambýlinum á Skerinum í Skopun. Eg kann við góðari samvitsku siga, at hann helt ómetaliga nógv av øllum starvsfólkunum, sum vóru rundan um hann.

Og vit kunnu ikki lata vera við at nevna, hvussu fantastiskt eitt arbeiði tey gjørdu. Tey vóru so hjartalig og góð bæði við pápa og okkum, serliga nú tað fór at halla móti endanum. Tey góvu honum tryggleika, umsorgan og virðing, og tey tóku eisini væl hond um okkum avvarðandi. Tað eru vit teimum sera takksom fyri, og tann takksemi verður ongantíð gloymdur.

Nú er pápi farin, og eftir situr ein stórur saknur. Men eisini nógv góð minni. Minni um ein góðan pápa, ein góðan mann, abba og langabba – og ein mann, sum hevði stóran týdning fyri okkum øll.

Eg og systkini míni vilja takka øllum tykkum, sum komu at heilsa upp á pápa, áðrenn hann fór. Tað hevur nógv at siga fyri okkum at vita, at so nógv fólk vóru um hann og vildu siga farvæl.

Pápi, takk fyri alt.

Takk fyri tryggleikan, umsorganina, løturnar, tónleikin og øll tey góðu minnini.

Tú verður saknaður, men ongantíð gloymdur.

Hvíl í friði, kæri pápi.

Martin Drangberg 

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Bankarnir: Fíggjar­støð­an var óbroytt hjá húsar­haldum

12 minuttir síðan
Tíðindi

Sámiskt verk fær bók­menta­virð­is­løn Norður­landa­ráðsins

53 minuttir síðan
Tíðindi

Pol­it­isk av­gerð at flyta byggi­verk­ætl­an­ir frá Lands­verki

1 tími síðan
Myndasøvn

Myndir: Her enda allar fløskur og dósir í Føroyum

1 tími síðan
Tíðindi

Sektleiðari dømdur sekur í drápi av 190 børnum

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Hetta er als ikki gott nokk

2 tímar síðan
Tíðindi

Netanyahu undir trýsti undan ísraelska valinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Hvussu fáa vit børn at lesa meira?

3 tímar síðan
Tíðindi

Borgarafundur í Eydnuni á Oyrarbakka

3 tímar síðan
Tíðindi

Seks bilførarar fingu klipp á Vaglinum

4 tímar síðan
Tíðindi

Stríðið um havnargjøldini kemur á ting í dag

5 tímar síðan
Tíðindi

Pensjónir, kóp­ur og ti­l­búgv­ing á tingi í dag

5 tímar síðan