info
Ongi úrslit

Inntøkurnar í Eystur- og Sandoyartunlinum økjast

- Nú inntøkurnar eru gjørdar upp fyri 2025, vísir fyribils uppgerðin, at einki ferðslutrygdargjald frá landinum var neyðugt fyri 2025

Vilmund Jacobsen
19. januar 2026 kl. 09:52

- Ferðsluinntøkurnar frá Eystur- og Sandoyartunlinum í 2025 vóru íalt 215 milliónir krónur, í mun til 197 milliónir krónur í 2024. Økingin er 9%. Inntøkurnar frá Eysturoyartunlinum vóru í 181 milliónir krónur í mun til 168 milliónir krónur í 2024. Hetta er ein vøkstur á 7,7%. Inntøkurnar frá Sandoyartunlinum vóru 34 milliónir krónur í mun til 29 milliónir krónur í 2024, sum er ein vøkstur á 17%.

Hetta veit P/F Eystur- og Sandoyartunlar og P/F Suðuroyartunnilin at siga í tíðindaskrivi í morgun.

- Nú inntøkurnar eru gjørdar upp fyri 2025, vísir fyribils uppgerðin, at einki ferðslutrygdargjald frá landinum var neyðugt fyri 2025. Í samband við fíggingina av byggingini av Eystur- og Sandoyartunlinum veitti landið eina ferðslutrygd, soleiðis at felagið altíð megnar at gjalda síni lánsgjøld, rentur og avdráttir, umframt rakstrarútreiðslur í mun til mettar ferðsluinntøkur.

Og lagt verður aftrat:

- Netto rentuberandi skuldin er við ársenda 2025 er 1.978 milliónir krónur. Lánið var upprunaliga 2.640 milliónir krónur. Lánið hevur eina fasta rentu á 2,73% fram til 31.01.2040, tá øll skuldin er afturgoldin. Við øðrum orðum er skuldin hjá tunlunum afturgoldnir um 14 ár.
Víst verður á, at kostnaðurin fyri byggingina av báðum tunlunum, sum í alt eru 22 km. langir, var 2.580 milliónir krónur, netto inntøkur/útreiðslur fyri at gera verkætlanina lidna fyri tíð.

- Hetta svarar til 117 milliónir fyri kilometurin. Rentur í byggitíðini eru ikki íroknaðar. Tá felagið fór undir byggingina, var metti byggikostnaðurin 2.640 milliónir krónur. Eysturoyartunnilin var bygdur frá 2017 til 2020, og Sandoyartunnilin var bygdur frá 2019 til 2023. 

Ferðslan
Í 2025 koyrdu 2.365.349 bilar gjøgnum Eysturoyartunnilin í mun til 2.177.962 bilar í 2024. Hetta er ein vøkstur á 8,6%. Ferðslan svarar til eina miðalferðslu per dag á 6.480 bilar (2024: 5.951 bilar/dag).

- Í Sandoyartunlinum koyrdu 391.599 bilar í 2025 í mun til 363.289 bilar í 2024. Hetta er ein vøkstur á 7,8%. Ferðslan svarar til eina miðalferðslu per dag á 1.073 bilar (2024: 993 bilar/dag), sigur P/F Eystur- og Sandoyartunlar og P/F Suðuroyartunnilin í tíðindaskivi í dag.
 
 
 

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

Í gjár kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Danmark leikti javnt móti Spania

3 tímar síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

3 tímar síðan
Tíðindi

Johnson gevst sum leið­ari hjá Re­publi­kan­ar­u­num

3 tímar síðan
Tíðindi

Bønir & illbønir í Filmsfelagnum

4 tímar síðan
Fótbóltur

FC Nordsjælland reyk úr steypakappingini

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: Como vann metstóran sigur

4 tímar síðan
Tíðindi

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

5 tímar síðan
Tíðindi

Næsahjólið á Widerøe-flogfari órógvaði

5 tímar síðan
Hondbóltur

Gylta og liðfelagarnir vóru fyri stórtapi

5 tímar síðan
Lýsingagrein

Gjaldstovan og Nema gjørt av­talu um før­oysku tíð­ar­skrá­set­ing­ar­skip­an­ina Nema Tíð

5 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Soleiðis vunnu Føroyar greitt á Kosovo

6 tímar síðan