Nema Tíð er ment í Føroyum og tekur støði í føroyskum arbeiðsviðurskiftum. Skipanin savnar skráseting av arbeiðstíð, uppmøting, feriu, avspáking og yvirtíð á einum stað. Tað gevur betri yvirlit, ger umsitingina munandi lættari og minkar um manuelt arbeiði, so tíðarskrásetingin verður einfaldari og meira samanhangandi.
– Vit eru sera fegin um avtaluna við Gjaldstovuna. Vit hava arbeitt miðvíst við at menna og nútímansgera Nema Tíð, og nú fáa vit møguleikan at bjóða loysnina til almennu umsitingina. Hetta er ein stórur varði fyri okkum og ein viðurkenning av tí orku og arbeiði, vit hava lagt í at menna skipanina, sigur Gudny Langgaard, stjóri í Nema.
Frá eldri tøkni til nútímans skýloysn (cloud-based)
Nema Tíð hevur verið ígjøgnum eina umfatandi tøkniliga menning. Skipanin er nú skýgrundað og kann brúkast á teldu, teldli og fartelefon. Tað merkir, at starvsfólk kunnu skráseta sína arbeiðstíð og fáa yvirlit yvir feriu og fráveru, uttan mun til hvar tey arbeiða.
Í menningini hevur dentur verið lagdur á brúkaravinsemi, trygd og smidligar arbeiðsgongdir. Loysnin kann tillagast ymiskum tørvi og er tí egnað til bæði smærri arbeiðspláss og stórar fyritøkur og stovnar við fløktari arbeiðstíðarskipan.
Trygd er samstundis ein týðandi partur av virkseminum hjá Nema. Ein grundleggjandi fortreyt fyri, at talgildar skipanir og KT-umhvørvi virka sum ætlað, er, at trygdin er í lagi. Tí arbeiðir Nema miðvíst við KT-trygd og veitir millum annað trygdarloysnir og trygdarkanningar, sum hjálpa fyritøkum og stovnum at verja sínar skipanir og dátur.
Tá skipanir arbeiða saman
Ein serligur fyrimunur við Nema Tíð er møguleikin at knýta skipanina saman við øðrum tænastum hjá Nema.
Millum annað kann hon samvirka við vekslaraloysnina Telavox, so upplýsingar um feriu og fráveru kunnu nýtast í telefoniskiftinum. Tað ger tað lættari at samskipa arbeiðsgongdir og tryggja, at uppringingar verða handfarnar rætt, eisini tá starvsfólk ikki eru til arbeiðis.
Nýtt stig fyri Nema
Avtalan við Gjaldstovuna er fyribils galdandi í trý ár. Fyri Nema er avtalan samstundis eitt týðandi stig í arbeiðinum at fáa føroyskt mentar KT-loysnir út á almenna marknaðin.
Nema gleðir seg at koma runt til stovnarnar við nýggju loysnini.