info
Ongi úrslit

Iran fordømir USA fyri nýggj álop og setir ivamál við avtalu

Iranska uttanríkisráðið fordømir USA fyri tað, sum tað kallar eitt “greitt brot” á fyribilsavtaluna millum londini

Eirikur Lindenskov
8. juli 2026 kl. 09:06

Sambært Reuters kemur útmeldingin, eftir at USA og Iran hava tikið uppaftur hernaðarligu álopini.

Iran sigur, at fleiri amerikonsk stig – millum annað at taka aftur eina fyribils loyvisskipan til sølu av iranskari olju – gera “týðandi og grundleggjandi partar” av felags semingsskjalinum virkisleysar. Samstundis vísir Teheran á ísraelsk álop í Libanon.

Týskvøldið og mikunáttina framdi amerikanski herurin fleiri álop móti málum í Iran. Sambært USA vóru álopini svar upp á iranskar atsóknir móti altjóða handilsskipum í Hormuzsundinum.

Síðani hevur Iran svarað aftur við álopum móti Bahrain og Kuwait, og mikumorgunin vóru framvegis fráboðanir um spreingingar í økinum.

Ein ónevndur amerikanskur embætismaður segði við CNBC, at Iran bert fær ágóðan av avtaluni, um landið “ber seg væl at”.

USA og Iran gjørdu í miðjum juni eina fyribils semingsavtalu, har partarnir skuldu samráðast um eina varandi friðaravtalu innan 60 dagar. Tey samdust eisini um at steðga við álopum hvør móti øðrum, men báðir partar hava síðani skuldsett hvønn annan fyri at bróta avtaluna.

Qatar, sum hevur verið ein týdningarmikil semingsmaður, fordømdi mikudagin iransku álopini móti Bahrain og Kuwait og heitti á partarnar um at velja samráðingar fram um hernaðarliga upptrapping.

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

Í gjár kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

12 tímar síðan

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Inga Maria og Joan eru valdar á vikuliðið í Íslandi

40 minuttir síðan
Tíðindi

Er Taxi Driver besti filmur?

1 tími síðan
Tíðindi

Guðrið Hansdóttir syngur á íslendskum

2 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: HF Karlskrona vann annan dystin á rað

2 tímar síðan
Tíðindi

Smyril broytir ella avlýsir møguliga leygardagin

2 tímar síðan
Tíðindi

Niels Juel Arge - Heim: Fagnaður til Føroyar

3 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: Kyndil vann á KíF

3 tímar síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: Kyndil vann tepran sigur á KÍF

3 tímar síðan
Tíðindi

Fólkadansur – familjudansur í Vági: børn og vaksin dansa saman

3 tímar síðan
Tíðindi

Stórhvalagildi á Kambsdali

3 tímar síðan
Fótbóltur

Conference League: Mjällby tók ikki av málmøguleikunum

4 tímar síðan
Tíðindi

Ph.d.-verja: Rógvi Olavson

4 tímar síðan