info
Ongi úrslit

Íverksetarastevna á Reinsarínum

Annan leygardag verður íverksetanarráðstevnan Nebula hildin í Reinsarínum í Havn

info
Jákup Mørk
5. august 2015 kl. 16:27

Hetta er fjórða ferðin, at Nebula verður hildin, og enn sum áður er luttøkan ókeypis.

 

Dagurin bjóðar øllum íverksetara-áhugaðum íblástur, vegleiðing og netverking. Umframt framløgur har íverksetarar deila út av sínum royndum, verða básar frá ymsum stovnum og fyritøkum til staðar, sum kunnu hjálpa tær á leiðini frá hugskoti til veruleika.

 

Tað er Halgir Winther Nagata sum fyrstu ferð tók stig til tiltakið í 2012 eftir at hava sett fleiri projektir í verk sjálvur. Eitt nú stovnaði hann eBillett.fo, sum hann seinni seldi, og hann var við til at menna og selja borðspælið Scrabble á føroyskum. Fyrr í ár var hann projektleiðari fyri størstu startup ráðstevnuni í Danmark, har túsund íverksetarar og íleggjarar úr øllum heiminum luttóku.

 

- Eg havi eina passión fyri at skapa nýggj ting, men tað er ein passión sum eg haldi er stuttligast, tá ið mann kann deila hana við onnur. Eitt ríkt startup umhvørvið inniheldur fjølbroytt fólk sum øll arbeiða móti hvør sínum máli, men sum enn taka sær tíð til at hjálpa hvørjum øðrum á leiðini, sigur Halgir.

 

Tiltakið byrjar klokkan 13 leygardagin tann 15. August.

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

Í gjár kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22 tímar síðan

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Putin: - Russland fyrireikar seg ikki til kríggj móti Evropa

2 minuttir síðan
Tíðindi

Gøtubrá fer út um landoddarnar

36 minuttir síðan
Tíðindi

14.414 fólk við Oyggja­leiðu­num hjá SSL í heyst­frí­tíðini

39 minuttir síðan
Tíðindi

Roðin vil gera kommunurnar demensvinarligar

1 tími síðan
Tíðindi

Hvussu fáa vit børn at lesa meira?

1 tími síðan
Tíðindi

Monet-málningur setti sølumet í París

1 tími síðan
Tíðindi

Árligar strandarlandasamráðingar í London

2 tímar síðan
Tíðindi

Koyrdi 151 km/t – misti koyrikortið á staðnum

3 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Síggj Óla skjóta framúr gott mál móti Szeged (Champions League)

4 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria og Joan eru valdar á vikuliðið í Íslandi

10 tímar síðan
Tíðindi

Er Taxi Driver besti filmur?

11 tímar síðan
Tíðindi

Guðrið Hansdóttir syngur á íslendskum

12 tímar síðan