info
Ongi úrslit

Jógvan Martin gjørdist víkingur

Sum føroyskur landsliðsvenjari hevur Jógvan Martin Olsen mangan havt tørv á sama dirvi sum tí, ið víkingarnir plagdu at sýna. Nú er hann formliga eisini víkingur komandi tvey árini

info
Jákup Mørk
20. oktober 2008 kl. 13:15
Fótbóltur Í Víkingi gjørdu tey skjótt av, tá Jógvan Martin Olsen fyri trimum vikum síðani boðaði frá, at hann nú gavst sum føroyskur landsliðsvenjari. Anton Skoradal hevði givið nevndini boð um, at hann ikki ynskti at halda fram sum høvuðsvenjari hjá Víkingi, og nevndin í felagnum setti seg alt fyri eitt í samband við nú fyrrverandi landsliðsvenjaran. Samráðingarnar gingu bæði skjótt og væl, og seinnapartin fríggjadagin kundi Víkingur so bjóða til tíðindafund, har tað fyri væl møttu fjøldini, sum mundi telja eini 80 fólk, varð staðfest, at Jógvan Martin Olsen er nýggjur høvuðsvenjari hjá felagnum. Súni og Sámal Brandur Jacobsen, sum er limur í bólkinum kring Formula-hópin hjá Víkingi, fegnaðist sum vera man um tvey-ára sáttmálan, sum nú er gjørdur. Hartil staðfesti hann, at spælarahópurin til komandi kappingarár nú longu er um at vera komin upp á pláss. Allur hópurin, sum hevur spælt í ár, er til reiðar at taka eitt tørn afturat, og hartil verður talan møguliga um onkran einstakan spælara afturat, varð sagt. Hvørjir spælarar kunnu koma upp á tal, varð ikki staðfest, men í øllum førum mundu tveir av gestunum í fyrrverandi LÍF-húsinum vekja forvitni. Súni Olsen skal finna sær nýtt felag at spæla fyri, eftir at hann varð mest sum grýttur úr B36, og tað er á ongan hátt óhugsandi, at talan aftur verður um fótbólt í Sarpugerði hjá honum. Og millum gestirnar var eisini Sámal Joensen. Hann hevur siglt við farmaskipi seinasta árið, men tað ljóðar, at hann møguliga hevur hug at koma á land aftur. Og fær hann aftur fast undir føturnar, er neyvan nakar ivi um loyalitetskenslu hansara, tá eitt felag skal veljast.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Stórt forlag bannar vitlíki

12 minuttir síðan
Tíðindi

Hava funnið 7000 ára gamlan ankarstein í Noregi

5 tímar síðan
Fótbóltur

FAKTA: Ballon d’Or-vinnararnir seinastu tíggju árini

5 tímar síðan
Tíðindi

ST-granskarar: Russland fremur krígsbrotsverk í Ukraina

6 tímar síðan
Fótbóltur

FAKTA: Hesi vunnu á Ballon d’Or-kvøldinum

6 tímar síðan
Fótbóltur

Harry Kane vann Ballon d’Or fyri fyrstu ferð

6 tímar síðan
Tíðindi

Netanyahu undir trýsti undan valinum

6 tímar síðan
Tíðindi

Kropslutir av manni funnir í Rínánni

7 tímar síðan
Tíðindi

Átta leiðar­ar í Norð­ur­lond­um: Bjóða tøkni­risunum av

7 tímar síðan
Tíðindi

FAKTA: Soleiðis er valdið býtt í Kongressini

7 tímar síðan
Tíðindi

Trump lovar millión fyri upplýsingar um valsvik

8 tímar síðan
Tíðindi

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

9 tímar síðan