info
Ongi úrslit

Jørgin Dahl fylli sjeyti ár í dag

Jørgin vaks upp hjá ommu og abba sínum – Kallu og Petur Juul Samuelsen á Vágsheygnum í Klaksvík. Hann fór í skúla í 1962 og lærdi seinni til timburmann hjá Klaksvíkar Byggivirki.

Nøvn
4. apríl 2025 kl. 11:21

Men tað varð tónleikurin, sum frá barnaárunum hevði mest at siga fyri hann. Hann plagdi sum smádrongur at lurta eftir ommu síni, tá ið hon sæt við orglið og spældi úr Føroya Fólka Sangbók sunnudagar, og skjótt hevði hann hug at blanda seg upp í. Hann fór sjálvur at spæla, og so skjótt sum hann hevði fingið tamarhald á orglinum fór hann eisini at skriva sín egna tónleik. Fyrst vóru tað smærri stykki – næstan á tann klassiska bógvin – men seinni gjørdist tað veruligur popp- og rocktónleikur, sum allir føroyingar fóru at syngja við til.

Jørgin og vinmenninir høvdu fleiri kjallarabólkar, og útgerðin var ikki altíð tann mest framkomna – at byrja við gjarna blikktrummur, mjólkaspannir og ein einstakur kassagittar. Men tað var nóg gott til at taka 10 oyru fyri at loyva fólki inn til konsert. Seinni gjørdust ljóðførini elektrisk og útikonsertir í havanum hjá ommu hansara komu eisini á skránna.

Myndin er ikki tøk

Sum 15-ára gamal spældi hann fyrstu ferð alment. Tað hendi i Atlantis Bio í Klaksvík. Hann spældi saman við millum annað gamla gekkavertinum Rudolfi Joensen í bólkinum Artic Fox. Umframt sangir hjá Deep Purple, Sweet og øðrum útlendskum bólkum, spældi Artic Fox eisini tónleik hjá tí blaðunga orgulspælaranum.

Fyrst í 70'unum kom Jørgin Dahl í samband við nakrar av tónleikarunum, sum komu at manna Straight Ahead – Archibald Black, Hera Ellingsgaard og Edvard Ziska. Teir spældu til dans í Klaksvík og aðrastaðni í landinum, og í 1974 kom fyrsta singleplátan hjá teimum út.

Myndin er ikki tøk

Á plátuni vóru sangirnir Komið øll við og Upp á gólv. Seinni góvu teir eina singleplátu, eina EP-plátu og til seinast ein LP-plátu út. Stutt eftir at tann sonevnda Veðraplátan var komin út í 1978, og populariteturin hjá Straight Ahead var størri enn nakrantíð, valdi bólkurin at gevast at spæla.

Jørgen Dahl fór síðani at spæla við hinum stóra Klaksvíksbólkinum um tað mundið – Hjarnar. Og tey næstu árini vóru nøkur av teimum mest spennandi hjá tí seiglívaða rockbólkinum, sum framvegis er virkin. Teir góvu tónleik út, og í eini tónleikakapping í Radio Luxembourg var tað um reppið, at ein sangur hjá Jørgin Dahl tryggjaði teimum ein plátusáttmála. Sangurin Breaking My Heart gjørdist nummar 2 í stóru kappingini við nógvum hundrað sangum.

Myndin er ikki tøk

Nakað eftir at Hjarnar hevði givið sína LP-plátu, We come for you, út, fór Jørgin Dahl úr bólkinum, og hann fór til Danmarkar at búgva. Har hevur hann búð síðstu 40 árini, og stutt frá tokstøðini á Eysturbrúgv býr hann saman við Gittu.

Í fjør komu út tveir nýggir sangir út hjá Jørgin Dahl í sambandi við, at Kringvarpið gjørdi ein sjónvarpsdokumentar um kenda klaksvíkbólkin Straight Ahead.

Myndin er ikki tøk

Jørgin Dahl hevur skrivað løgini, Graham Stewart hevur skrivað orðini, og Óli Poulsen hevur staðið fyri innspælingunum av sangunum.

"Watch me I'm Free" er ein væl svingandi rocksangur, og "Song For Her" er ein vøkur ballada.

Kendi føroyski sjónvarpsframleiðarin Per Zachariassen hevur staðið fyri at gera video til sangin "Watch Me I'm Free", og hetta video kann síggjast niðanfyri.

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Í fjør fekk Jørgin Dahl Listavirðisløn Nólsoyar Páls og 75.000 krónur.

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Nations League: Her er hópurin hjá Kasakstan sum kemur til Føroya

3 tímar síðan
Hondbóltur

Elias á veg til Aalborg

3 tímar síðan
Tíðindi

National Geo­graph­ic Endu­rance á Havnini

4 tímar síðan
Tíðindi

Trump hevur søguliga lága undirtøku

5 tímar síðan
Tíðindi

Byggisamtykt á Argjum verður broytt – nú er almenn hoyring

6 tímar síðan
Fótbóltur

Petur Knudsen var besti leikarin í august

6 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj farmaleið umvegis Vágs havn

6 tímar síðan
Tíðindi

Uppskotið var at byrja í ár – hvar bleiv um­koyr­ing­ar­veg­ur­in av?

8 tímar síðan
Tíðindi

Illgruni um val­svik: 223.000 svi­ar kanska á um­val

8 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

9 tímar síðan
Tíðindi

Blindur og rúsaður maður koyrdi 240 kilometrar

9 tímar síðan
Tíðindi

Danmark: NATO skal hava størri ábyrgd av trygdini í Arktis

10 tímar síðan