info
Ongi úrslit

Fimta dystin á rað fekk SV Ried úrtøku

Samuel Chukwudi stóð aftur væl í verjuni í dag

Heri Á. Simonsen
25. oktober 2026 kl. 22:55

Samuel Chukwudi og liðfelagarnir í SV Ried eru ósigraðir í teimum seinastu fimm dystunum í bestu eysturríksku fótbóltsdeildini.

Í dag gjørdist talan um javnleik 2-2 á útivølli móti Sturm Graz.

Tá hálvur tími var leiktur av dystinum legði heimaliðið seg á odda. Men beint undan steðginum javnaði Philipp Pomer fyri Ried við einum brotssparki, og í støðuni undan brotssparkinum fekk heimaliðið ein leikara riknan av vøllinum. Seinni hálvleikur var tíggju minuttir gamal, tá Isaac Thelin legði Ried á odda 2-1. Tíverri megnaði heimaliðið at javna til 2-2 í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.

Hjá Samuel gjørdist talan um eitt gott avrik. Fyri leikliga avrikið fær Samuel frá Flashscore karakterin: 7,5, og frá Sofascore 7,2 (av 10 møguligum).

SV Ried er nummar fimm í deildini við 15 stigum.

Mikukvøldið klokkan 19.30 spælir SV Ried áttandapartsfinalu í steypakappingini á útivølli móti LASK.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

Í gjár kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

Í gjár kl. 15:02

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Sandnes ULF vann týðandi sigur í botnstríðnum

25 minuttir síðan
Tíðindi

Næstan alt úr aldum toski hjá Norcod fer til mannaføði

1 tími síðan
Tíðindi

Trump kallar Noreg eitt »lortaland«

1 tími síðan
Fótbóltur

VIDEO: Hellas Verona misti sigurin móti dystarenda

1 tími síðan
Hondbóltur

Pauli hevur enn ikki roynt at tapt hetta kappingarárið

2 tímar síðan
Hondbóltur

Óli vann á Paula og Jákupi - Jóhan vann á Teis

2 tímar síðan
Tíðindi

Tað gekk sum Sigfríður spáddi

3 tímar síðan
Tíðindi

MYNDIR: Birting í Gallarí Havnará

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Løgtingið hevur gloymt arbeiðsfólkið – nú er tíð at fáa tað aftur á ting!

3 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj: Tað gongur ov seint við Patriot-skipanum

4 tímar síðan
Fótbóltur

Mjällby hevur ikki vunnið ein dyst síðani 15. august

4 tímar síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: Kyndil 2 koppaði EB - javnleikur millum VÍF og Neistan

5 tímar síðan