Ein broytt avskrivingarskipan kann gera tað lættari hjá Strandfaraskipum Landsins at fíggja, keypa og byggja nýggjar ferjur.
Tað heldur Bjarni Hammer, løgtingsmaður, sum hevur sett Akseli V. Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, ein skrivligan fyrispurning um málið.
Hann vísir til samgonguskjalið, har tilskilað er, at ein skipan skal gerast, so almennar íløgur í ognir, sum eru »lætt umsetiligar«, kunnu verða avskrivaðar við tíðini.
Sambært Bjarna Hammer tyngir núverandi skipan ofta almennar stovnar, sum standa fyri stórum íløgum. Við einari broyttari skipan hevði allur kostnaðurin ikki tyngt fíggjarlógina sum ein her-og-nú íløga sama ár.
Tørvur á eyka ferju
Bjarni Hammer leggur serligan dent á støðuna á suðurleiðini. Hann heldur, at tørvur er á einari eyka ferju, inntil Suðuroyartunnilin verður veruleiki.
Ein slík ferja skal sambært honum bæði kunna loysa Smyril av, tá hann er í dokk, og styrkja dagligu siglingina til og úr Suðuroynni.
– Ein broytt avskrivingarskipan vildi gjørt tað munandi lættari hjá SSL at keypa og byggja nýggjar ferjur, skrivar Bjarni Hammer í viðmerkingunum til fyrispurningin.
Vil hava greiðu á fyrireikingunum
Løgtingsmaðurin vil vita, nær landsstýrismaðurin væntar, at skipanin verður sett í verk, og um hann ætlar at tryggja, at hon eisini fevnir um stovnar sum SSL.
Harumframt spyr hann, hvørjar ítøkiligar fyrireikingar eru gjørdar fyri at lýsa, hvørjar ognir skulu metast sum lætt umsetiligar, og hvørjar broytingar krevjast í almennu roknskapar- og játtanarreglunum.