Klokkan 05.30 boðaði Jóannes Eidesgaard frá, at samráðingarnar eru komnar á mál, og at Sambandsflokkurin fær løgmanssessin Sostatt er greitt, at Føroya Løgmaður nú verður Kaj Leo Johannesen.
Harumframt varð boðað frá, at samgonguflokkarnir eru komnir ásamt um at tað verða 9 aðalráð, har teir hava gjørt av at býta Almanna- og Heilsumál sundur í tvey málsøki. Afturat tí broytir Løgmálaráðið aftur navn til Innlendismálaráðið, sum tað eisini æt undir ABC-samgonguni frá 2004 til 2008.
Málsøkini eru fallin flokkunum soleiðs í lut:
Løgmansembætið, Vinnumálaráðið og Almannamálaráðið fær Sambandsflokkurin
Uttanríkisráðið, Fiskivinnu- og tilfeingismálaráðið og Innlendismálaráðið fær Fólkaflokkurin
Fíggjarmálaráðið, Heilsumálaráðið og Mentamálaráðið fær Javnaðarflokkurin
Enn eru eingi nøvn sett á landsstýrissessirnar, og tað fara flokkarnir at viðgera innanhýsis í dag.
Sostatt eru Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin nú endaliga samdir um at skipa nýggja ABC-samgongu, og at nýggja samgonguskjalið, sum hevur fingið yvirskriftina »Altjóðagerð, sjálvbjargni og samhaldsfesti« verður lagt fram á tíðindafundi fyrsta dagin.
Jóannes Eidesgaard greiddi somuleiðis frá, at hann nú í dag fer at heita á løgtingsformannin, Hergeir Nielsen úr Tjóðveldi, um at kalla tingið saman til fundar, har hann kann verða loystur úr starvi, og nýggjur løgmaður, sum also verður Kaj Leo Johannesen, kann verða tilnevndur.
Kaj Leo Johannesen verður løgmaður Kaj Leo Johannesen verður løgmaður
Klokkan 05.30 boðaði Jóannes Eidesgaard frá, at samráðingarnar eru komnar á mál, og at Sambandsflokkurin fær løgmanssessin Sostatt er greitt, at Føroya Løgmaður nú verður Kaj Leo Johannesen. Harumframt varð boðað frá, at samgonguflokkarnir eru komnir ásamt um at tað verða 9 aðalráð, har teir hava gjørt av at býta Almanna- og Heilsumál sundur í tvey málsøki. Afturat tí broytir Løgmálaráðið aftur navn til Innlendismálaráðið, sum tað eisini æt undir ABC-samgonguni frá 2004 til 2008. Málsøkini eru fallin flokkunum soleiðs í lut: Løgmansembætið, Vinnumálaráðið og Almannamálaráðið fær Sambandsflokkurin Uttanríkisráðið, Fiskivinnu- og tilfeingismálaráðið og Innlendismálaráðið fær Fólkaflokkurin Fíggjarmálaráðið, Heilsumálaráðið og Mentamálaráðið fær Javnaðarflokkurin Enn eru eingi nøvn sett á landsstýrissessirnar, og tað fara flokkarnir at viðgera innanhýsis í dag. Sostatt eru Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin nú endaliga samdir um at skipa nýggja ABC-samgongu, og at nýggja samgonguskjalið, sum hevur fingið yvirskriftina »Altjóðagerð, sjálvbjargni og samhaldsfesti« verður lagt fram á tíðindafundi fyrsta dagin. Jóannes Eidesgaard greiddi somuleiðis frá, at hann nú í dag fer at heita á løgtingsformannin, Hergeir Nielsen úr Tjóðveldi, um at kalla tingið saman til fundar, har hann kann verða loystur úr starvi, og nýggjur løgmaður, sum also verður Kaj Leo Johannesen, kann verða tilnevndur.
info
Eyðstein Johannesen
24. september 2008 kl. 05:36
Mest lisið hesa vikuna
Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr
12. oktober kl. 00:01
Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági
15. oktober kl. 07:54
Vembur og avroð slongd eftir Argjavegnum
11. oktober kl. 21:48
Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu
14. oktober kl. 12:06
Løgreglan ávarar: Haldið tykkum innandura í Hvalvík og Streymnesi
14. oktober kl. 20:57
Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði
14. oktober kl. 17:53
Fleiri tíðindi
Hondbóltur
European Cup: H71 skal spæla dystir 70 km vestanfyri ukrainska markið
32 minuttir síðan
Tíðindi
Enn eingir pengar til varandi loysn við Streymin
7 tímar síðan
Hondbóltur
Inga Maria Roysdóttir skoraði og legði upp til 13 mál
8 tímar síðan
Fótbóltur
Aftur ein sólskinssøga hjá víkingunum
8 tímar síðan
Fótbóltur
Samuel og liðfelagarnir vunnu á heimavølli
9 tímar síðan
Tíðindi
Tinganes skal hava fastan byggiharraráðgeva
9 tímar síðan
Hondbóltur
Myndir: Hoyvíkingar vunnu við sjey málum móti MRK Trogir
10 tímar síðan
Hondbóltur
SMS: Neistin vann greiðan sigur á VÍF í Vestmanna
10 tímar síðan
Hondbóltur
European Cup: Boas gekk undan í sjeymálssigri við 16 málstigum
10 tímar síðan
Tíðindi
Nýggj krøv fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi
11 tímar síðan
Fótbóltur
Sandoyingar hava vunnið gull
11 tímar síðan
Hondbóltur
Kjartan vann á Róa í næstbestu donsku hondbóltsdeildini
12 tímar síðan