– Hetta er púra greitt. Tað er eingin vegur uttanum, og vit kunnu ikki longur peika eftir øðrum. Nú liggur bólturin hjá okkum, sigur løgmaður.
Øll eru samd um limaskap í IOC
Øll politiska skipanin er samd um, at Føroyar skulu hava limaskap í IOC. Málið stendur eisini í samgonguskjalinum.
Løgmaður leggur tó dent á, at limaskapur í IOC bert er ein lítil partur av orsøkini til at broyta verandi ríkisrættarligu karmar. Verandi karmar geva ikki Føroyum tær uttanríkispolitisku heimildir, ið eru neyðugar.
- Hetta er staðfest ferð eftir ferð og er eisini niðurfelt í samgonguskjalið. Skal eg gera mína skyldu sum løgmaður, er neyðugt hjá mær at taka hvørt orð í samgonguskjalinum í fullum álvara, sigur løgmaður.
Fundur við øll forfólkini
Løgmaður hevur í dag kallað øll forfólkini í politisku flokkunum á fund í næstum. Har skulu flokkarnir umrøða, hvussu teir í felag koma víðari.
– Mítt mál er at finna eina loysn millum allar flokkar, sigur løgmaður.