info
Ongi úrslit
© Birgir Waag Høgnesen

Keypið av Biritu er hjá Kapp­ing­ar­eftir­liti­num

Fiskirættindini hjá Biritu skulu eftir ætlan býtast millum keypararnar og gagnnýtast av skipum, sum teir frammanundan eiga. Viðmerkingar til yvirtøkuna kunnu latast Kappingareftirlitinum til 9. november.

Eirikur Lindenskov
26. oktober 2026 kl. 17:31

Avtalan um keypið av uppisjóvarskipinum Biritu við veiðiloyvi og øllum fiskirættindum er nú fráboðað Kappingareftirlitinum.

Tað boðar eftirlitið frá á heimasíðu síni í dag.

Tað eru P/f Jókin og P/f Vestmanna Fiskavirki, sum í felag hava gjørt avtalu við Sp/f Gráastein um keypið.

Sambært fráboðanini er ætlanin at býta fiskirættindini hjá Biritu millum keypararnar. Rættindini skulu síðani gagnnýtast av teimum skipum, sum feløgini frammanundan eiga.

Fráboðanin sigur ikki, hvussu rættindini skulu býtast millum feløgini, ella hvat síðani verður av sjálvum skipinum.

Yvirtøkan skal fráboðast Kappingareftirlitinum, tí umsetningurin hjá pørtunum er oman fyri mørkini í kappingarlógini.

Eftirlitið hevur nú sett freist fyri møguligum viðmerkingum til yvirtøkuna. Tær skulu vera eftirlitinum í hendi í seinasta lagi 9. november 2026.

Kappingareftirlitið upplýsir, at samskiftið við eftirlitið er í trúnaði.

Fráboðanin er ikki ein kunngerð um, at yvirtøkan er góðkend.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

Í gjár kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Vilja hava nýggja ætlan móti kynsligum brotsverkum

33 minuttir síðan
Fótbóltur

Fýra stig til AB og fýra stig til Skála ÍF

1 tími síðan
Tíðindi

Løgreglan fer nú at klippa nummarplátur av 629 bilum

2 tímar síðan
Tíðindi

FAKTA: 470 sessir skulu býtast í Kongressini

2 tímar síðan
Fótbóltur

Fimm stig til Víking og tvey stig til EB/Streym

3 tímar síðan
Tíðindi

Stena AB gjørt avtalu um at keypa Color Line

3 tímar síðan
Tíðindi

Wolfgang í Gulu Smiðju

4 tímar síðan
Fótbóltur

Seks stig til B68 og trý stig til 07 Vestur

4 tímar síðan
Tíðindi

Vilja lata fíggjar­liga sperd­um húskj­um 5.000 krón­ur afturat

4 tímar síðan
Tíðindi

VÓN - Eitt kvøld við Hans Pilgaard

5 tímar síðan
Tíðindi

Felags umsigtingin hevur stóran týdning

6 tímar síðan
Fótbóltur

Sjey stig til KÍ og eitt stig til B36

6 tímar síðan