info
Ongi úrslit

Vilja hava nýggja ætlan móti kynsligum brotsverkum

Ein samd Trivnaðarnevnd vil hava eina dagførda føroyska heildarætlan, sum byggir á norðurlendskt samstarv. Serliga talgildur ágangur verður lýstur sum ein vaksandi avbjóðing.

Eirikur Lindenskov
26. oktober 2026 kl. 18:16

Tørvur er á eini dagførdari heildarætlan at fyribyrgja og basa kynsligum brotsverkum í Føroyum.

Tað staðfestir ein samd Trivnaðarnevnd í álitinum um uppskotið til samtyktar um kynslig brotsverk. Nevndin tekur undir við málinum, men setur fram eitt broytingaruppskot, sum knýtir komandi føroysku átøkini at úrslitunum av einum norðurlendskum samstarvi.

Sambært nevndini hava brotsmynstrini broytt seg munandi, síðani heildarætlanin um kynsligan ágang varð løgd fram í mars 2015. Serliga talgildur ágangur er ein vaksandi avbjóðing og ein nýggjur máti hjá brotsmonnum at fáa fatur á børnum og ungum umframt tilkomnum.

Samstundis eru vitanin, fyribyrgingin, viðgerðartilboðini og stuðulsskipanirnar til brotsrakt ment nógv hesi árini.

Ein felags ábyrgd

Nevndin leggur dent á, at kynsligur ágangur og siðamisbrot eisini fara fram í Føroyum, og at tað er ein samfelagslig ábyrgd at basa trupulleikanum.

Hóast tøgnin í ein vissan mun er brotin, er framvegis tørvur á áhaldandi tiltøkum, heldur nevndin. Málið eigur at vera, at eingin skal vera fyri kynsligum ágangi, og at tey, sum hava verið fyri ágangi, fáa best møguligu hjálpina.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við SSP, Barnahúsið, Kvinnuhúsið, KRIS og Føroya Politi. Eisini hava løgmaður og landsstýriskvinnurnar í ávikavist almanna- og bústaðarmálum og heilsu- og orkumálum verið á fundi við nevndina.

Norðurlendsk frágreiðing í 2027

Føroyar hava seinastu árini verið við í norðurlendskum samstarvi um seinárin av kynsligum ágangi í barndóminum. KRIS er eisini partur av tilgongdini.

Arbeiðið skal millum annað styrkja førleikarnar at avdúka kynsligan ágang, samskipa arbeiðið tvørtur um geirar og tryggja skjóta hjálp til teirra, sum hava verið fyri ágangi.

Ætlanin er, at samstarvið skal enda við eini frágreiðing við niðurstøðum og tilmælum í endanum av 2027. Nevndin heldur, at ein føroysk heildarætlan eigur at taka støði í hesum arbeiðinum.

Við broytingaruppskotinum verður tí lagt upp til, at Løgtingið heitir á landsstýrið um at gera eina føroyska heildarætlan við ítøkiligum átøkum og leggja neyðug lógaruppskot og onnur tiltøk fyri tingið.

Bjørg Brynhildardóttir Egholm, Ruth Vang, Sámal Petur í Grund, Eirikur í Jákupsstovu, Hervør Pálsdóttir, Liljan Weihe, Sirið Stenberg, Høgni Hoydal, Steffan Klein Poulsen og Jenis av Rana, tingfólk, hava lagt málið fyri tingið 5. august 2026, og eftir 1. viðgerð tann 26. august 2026 var tað beint Trivnaðarnevndini.

Álitið er dagfest 20. oktober. Ein samd nevnd mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við broytingini.

 

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

Í gjár kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Kanna viðgerð­ir á Rík­is­sjúkra­húsi­num

0 minuttir síðan
Tíðindi

Keypið av Biritu er hjá Kapp­ing­ar­eftir­liti­num

1 tími síðan
Fótbóltur

Fýra stig til AB og fýra stig til Skála ÍF

2 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan fer nú at klippa nummarplátur av 629 bilum

2 tímar síðan
Tíðindi

FAKTA: 470 sessir skulu býtast í Kongressini

3 tímar síðan
Fótbóltur

Fimm stig til Víking og tvey stig til EB/Streym

3 tímar síðan
Tíðindi

Stena AB gjørt avtalu um at keypa Color Line

4 tímar síðan
Tíðindi

Wolfgang í Gulu Smiðju

4 tímar síðan
Fótbóltur

Seks stig til B68 og trý stig til 07 Vestur

5 tímar síðan
Tíðindi

Vilja lata fíggjar­liga sperd­um húskj­um 5.000 krón­ur afturat

5 tímar síðan
Tíðindi

VÓN - Eitt kvøld við Hans Pilgaard

5 tímar síðan
Tíðindi

Felags umsigtingin hevur stóran týdning

6 tímar síðan