629 mál um tøku av nummarspjøldrum latin løgregluni.
Akstovan hevur mánadagin 26.10.2026 latið politistøðunum kring landið 629 mál um eftirstøðu fyri veg og umhvørvisgjøld, til at taka nummarspjøldrini av akførum, sum enn ikki hava goldið veg- og umhvørvisgjøld fyri seinna hálvár 2026.
Kann eigarin av akfarinum ikki vísa kvittan fyri goldin veg- og umhvørvisgjøld tekur politiið nummarspjøldrini av akfarinum.