Fríggjakvøldið hin 6. november klokkan 21 kunnu ung sum eldri koma á konsert við bólkinum Wolfgang í Gulu Smiðju.
- Bólkurin Wolfgang kom fram sum partur av føroysku rokkrørsluni í nítiárunum og skein bjart til ljósið sløknaði fyrst í 00’unum.
Limir í bólkinum hava seinni sett síni fingramerki á heimstónleikin við Týr og hava spælt runt landið í ymiskum samanhangum.
Sagt verður, at vinalagið millum limirnar og felagsskapurin í bólkinum hevur tó altíð verið har, og fyri stuttum komu teir við síni fyrstu heildarútgávu, sum ber sama navn sum bólkurin.
- Síðan hava teir spælt nakrar konsertir, eisini til býarskáan í Runavík. Vit eru so heppin at hava fingið teir í Gulu Smiðju! Tað verður standikonsert, hart og beint á! sum tikið verður til á heimasíðuni - www.runavik.fo
Atgongumerki til konsertina hjá Wolfgang í Gulu Smiðju fáast á atgongumerki.fo og við dyrnar.
- Ung undir 18 sleppa inn fyri 100 krónur, og øll eru hjartaliga vælkomin, verður lagt aftrat.