Krabbameinsfelagið skrivar, at hetta er eitt persónligt og erligt kvøld um krabbamein, myrkur, kærleika – og um vónina, sum altíð er har.
Fyrilesturin verður mánakvøldið 26. oktober klokkan 18 - 20. Hans Pilgaard hevur sjálvur verið sjúkur við krabbamein, hann fer at fortelja sína egnu søgu, um óttan og óvissuna, upp- og niðurtúrar, ljós og myrkur, men eisini um kærleika, nærveru og vón.
Á leiðini gjørdist tað eisini greitt fyri honum, hvussu stóran týdning familja, vinir og tey nærmastu hava, tá lívið brádliga broytist, tí eingin eigur at standa einsamallur við krabbameini.
- Hetta verður ikki bert ein fyrilestur, men eitt kvøld við nærveru og samrøðu. Hans deilir sína søgu og bjóðar áhoyrarunum við í eina opna samrøðu um tað at verða raktur, um at standa í myrkrinum og kortini megna at finna ljósið – og síggja tær smáu, dýrabaru løturnar í lívinum.
Ein týðandi boðskapur hjá Hans er:
At tað ALTÍÐ er vón.
Øll hava tørvá øðrum, tá tey eru bangin og kenna seg einsamøll.
Tey avvarðandi mugu ikki gloymast, tí tá krabbamein rakar eitt menniskja, rakar tað eisini makan, familjuna og tey nærmastu.
Eitt kvøld um tað, sum kann kennast ómetaliga tungt – men eisini um tað, sum kann bera okkum ígjøgnum.
Tilmelding er á heimasíðuni hjá Krabbameinsfelagnum VÓN - Eitt kvøld við Hans Pilgaard