Húski við lágum inntøkum og avmarkaðari ogn skulu kunna søkja um 5.000 krónur afturat í orkuískoyti í 2026. Tað leggur Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðarmálum, upp til við eini broyting í lógini um familjuískoyti.
Ein samd Trivnaðarnevnd tekur undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað. Nevndin legði álitið fram 23. oktober.
Sambært viðmerkingunum til lógaruppskotið hava úti við 400 húski fingið orkuískoyti í fyrra umsóknarumfarinum í ár. Landsstýrið væntar, at umleið sama tal fer at fáa ískoyti í seinna umfarinum. Meirútreiðslan verður mett til tvær milliónir krónur.
Øll skulu søkja av nýggjum
Uppskotið leggur upp til tvey sjálvstøðug umsóknarumfør við 5.000 krónum í hvørjum. Húski, sum lúka treytirnar í báðum umførum, kunnu sostatt fáa tilsamans 10.000 krónur í ár.
Nýggj umsókn skal latast Almannaverkinum, eisini um húskið fekk ískoyti í fyrra umfarinum. Freistin fyri seinna umfar verður sambært uppskotinum 25. november.
Tað er kortini ikki ein treyt at hava fingið ískoyti fyrr í ár. Húski, sum ikki søktu ella ikki luku treytirnar tá, kunnu fáa ískoyti í seinna umfarinum, um tey nú lúka treytirnar. Tey fáa tó ikki ískoytið fyri fyrra umfar útgoldið afturvirkandi.
Inntøku- og ognarmørkini standa við
Inntøkugrundarlagið hjá húskinum kann í mesta lagi vera 300.000 krónur. Inntøkan hjá øllum vaksnum í húskinum verður roknað við.
Fyri húski við einum ella tveimum vaksnum er ognarmarkið 50.000 krónur. Eru trý ella fleiri vaksin í húskinum, er markið 70.000 krónur. Við ogn verður her meint við innistandandi í peningastovni og virðisbrøv, við ávísum undantøkum í lógini.
Tað er ikki neyðugt at hava heimabúgvandi børn fyri at fáa orkuískoyti. Heldur ikki er krav um oljufýring ella um at skjalprógva ávísar orkuútreiðslur.
Hjálpin skal røkka fram áðrenn jól
Landsstýrið grundgevur uppskotið við høgu orkuprísunum og vísir á, at húski við lágum inntøkum hava avmarkaðar møguleikar at laga húsarhaldið til vaksandi útreiðslur.
Uppskotið hevur ikki verið til ummælis. Sambært viðmerkingunum er orsøkin, at landsstýrið vil hava málið avgreitt skjótt, so umsóknirnar kunnu verða viðgjørdar áðrenn jól.
Peningurin kann takast av verandi játtan til familjuískoyti, og tí verður ikki tørvur á eykajáttan. Uppskotið fevnir bert um 2026 og leingir ikki skipanina til komandi ár.
2. viðgerð av lógaruppskotinum verður mikudagur 4. november.