Svenska samtakið Stena AB hevur gjørt eina avtalu um at keypa norska reiðaríið, Color Line.
Avtalan krevur, at myndugleikarnir góðkenna keypið, áðrenn tað verður endaligt.
Sagt verður, at norska leiðslan og skipini halda fram hjá nýggju eigarunum.
- Keypið fer at savna tvey reiðarí, og hetta fer at skapa fyrimunir fyri viðskiftafólk hjá báðum feløgunum.
Nøkulunda soleiðis sigur Stena AB í tíðindaskrivi í dag.
Svenska samtakið eigur longu frammanundan ferjureiðaríið, Stena Line.
Feløgini upplýsa ikki, hvør keypskostnaðurin er.
Sambært tíðindaskrivinum hjá Stena AB verður Color Line framvegis eitt sjálvstøðugt felag og vørumerki.
Lokala leiðslan hjá Color Line í Noregi heldur fram, og tað gera norskt skrásettu skipini eisini.
Undirskrivingin av avtaluni broytir ikki siglingina, bíleggingar ella leypandi viðskifta-og veitingarviðurskifti hjá báðum ferjureiðaríunum.
Bæði reiðaríini halda fram sum sjálvstøðug og separat feløg, til myndugleikarnir hava mett um keypsavtaluna.