Tá amerikanarar fara á miðskeiðsval 3. november, skulu teir velja umboð í bæði kømurini í Kongressini: Senatið og Umboðsmannatingið.
Val er til Kongressina annaðhvørt ár. Miðskeiðsval eru tey valini, sum liggja millum tvey forsetaval. Fjórða hvørt ár er kongressval samstundis sum forsetaval.
Her er eitt yvirlit yvir valið og valdsbýtið í teimum báðum kømurunum undan valinum:
Senatið
Í Senatinum eru 100 limir. Hvør statur hevur tveir senatorar, sum verða valdir fyri seks ár í senn.
33 sessir eru upp á regluligt val 3. november. Harumframt skulu tveir sessir mannast á eykavali, tí teir gjørdust tøkir mitt í einum valskeiði.
Talan er um sessirnar, sum varaforsetin J.D. Vance og uttanríkisráðharrin Marco Rubio høvdu. Báðir vórðu valdir í Senatið í 2022.
Republikanararnir hava meirilutan í Senatinum undan valinum. Teir hava 53 sessir, demokratarnir 45, og tveir senatorar eru óheftir. Teir óheftu atkvøða saman við demokratunum.
Av teimum 33 sessunum, sum eru upp á regluligt val, hava republikanararnir 20 og demokratarnir 13.
Umboðsmannatingið
Umboðsmannatingið hevur 435 limir. Eitt umboð verður valt í hvørjum valdømi, og valskeiðið er tvey ár.
Allir 435 sessirnir eru upp á val 3. november.
Ein flokkur skal hava minst 218 sessir fyri at hava meiriluta í einum fullmannaðum Umboðsmannatingi.
Republikanararnir hava meirilutan undan valinum við 218 sessum. Demokratarnir hava 214 sessir, og eitt umboð er óheft, men hevur í hesum valskeiðinum atkvøtt saman við republikanarunum. Tveir sessir eru ómannaðir.
Tá ein sessur verður tøkur
Ein sessur kann gerast tøkur, tí eitt umboð doyr ella av øðrum orsøkum leggur sessin frá sær í valskeiðinum.
Verður ein sessur tøkur í Umboðsmannatinginum, verður eykaval í viðkomandi valdømi.
Verður ein sessur tøkur í Senatinum, kann guvernørurin í viðkomandi stati tilnevna eitt fyribilsumboð, til eykaval kann haldast.
Keldur: Ballotpedia, 270toWin, Congressional Research Service, Senatið og Bloomberg.
/Ritzau/