info
Ongi úrslit

Kirkjan flytur seg frá prædikustólinum út í gerandisdagin

– Nú vit ikki kunnu savnast í kirkjuni til gudstænastu, so upplivi eg tað soleiðis, at í hesi truplu støðuni kann eisini nakað gott koma burturúr. Kirkjan flytur seg frá prædikustólinum út til gerandisdagin hjá fólki, sigur Ann Dahl Hansen, sóknarprestur við dómkirkjuna í Havn

Frants Jensen
27. mars 2020 kl. 22:33
Í 14 dagar hevur Ann Dahl Hansen sitið í sjálvbodnum sóttarhaldi. Tað var dóttirin, sum gongur í 6. flokki, sum hevði verið í Danmark. Tá ið hon kom heimaftur, fór hon í sóttarhald, sum áheitanin frá myndugleikunum tilráddi. Mamman og systurin gjørdu tað sama, meðan maðurin flutti út í eina tíð. – Vit hava tað gott, og eingin av okkum er sjúkur, sigur hon.

Alt fleiri vilja tosa við prest Tíðin undan páskum er ofta ein strævin tíð hjá prestum, har nógv er at gera bæði í sambandi við konfirmatión, føstugudstænastur, páskagudstænastur umframt vígslur og dópar. – Tað var sera nógv á skránni, og eg skuldi hava fleiri vígslur og dópar, men tað er alt útsett til seinni, sigur hon. Men prestur hevur tó ikki sitið heima og hildið frí. – Tað eru nógv fleiri fólk nú í mun til áður, ið hava vent sær til mín at fáa eitt prát. Tað er umvegis telefon ella netið. Eg havi havt rættiliga nógvar samrøður, og tað eru eisini fleiri, ið hava spurt, um eg kann biðja fyri teimum. Hetta fyllir sera nógv fyri tíðina, sigur Ann Dahl Hansen. Tað er ymiskt, ið samrøðurnar eru um, men prestur vísir á, at tað eru nógv, sum stúra, nú koronasmittan herjar. – Tað eru fleiri, sum eru stúrin og óttafull, og sum hava tørv á, at onkur leggur oyra til tað, sum bylgist í teirra hjarta. Støðan við korona ávirkar fólk sera nógv, sigur hon.
Fólk ynskja svar
Hon vísir á, at fólk seta spurningar, og tey vilja eisini hava svar. Til dømis, hví Gud loyvir hesum at henda. – Vit vilja ofta hava stýr á øllum og ynskja okkum svar. Men vit fáa ikki svar upp á alt, og Gud hevur ikki lovað okkum at sleppa undan tí ringa, sigur hon. Hon vísir á, at tað, sum kirkjan og prestarnir kunnu gera, er at leggja oyra til tað, sum fólk koma við. – Eg havi varhuga av, at fólk gerast meira eyðmjúk í hesum døgum, nú tey mugu viðganga, at tey kunnu ikki stýra øllum sjálvi. Men tá ið fólk eru trýst, er gott at vita, at vegurin uppeftir er opin, sigur hon. Møta fólki í gerandisdegnum Hon vísir á, at kirkjan er noydd at vera aðrastaðni, tá ið fólkið ikki kemur í kirkjuna. – Vit eiga at vera meira úti í samfelagnum, møta, stuðla og eggja fólki, har vit kunnu. Fara frá prædikustólunum og vera í gerandisdegnum hjá fólki. Vit kunnu millum annað lurta og biðja fyri fólki, sigur hon. Hon vísir á, at tað er bæði avbjóðandi og gevandi av vera prestur í hesum døgum. – Vit koma tætt upp á fólk, og eisini tey, ið eru í neyð. Tað er tørvur á, at onkur er í støðuni saman við teimum. Sjálvt um tað kann vera trupult, so eru tað eisini ríkar løtur, sigur prestur.

Prestar eru kreativir
Sjálv hevur hon skrivað ymisk lívgandi orð á sín facebookvanga, meðan aðrir prestar á annan hátt eru kreativir og taka tøknina í nýtslu. – Tað eru nakrir prestar, millum annað Ovi Brim, Bergur Debes Joensen og Derhard Jógvansson, ið gera stutt videobrot og leggja út á netið, har teir hava stuttar andaktir, upplívgandi orð, bøn ella annað, sum teir luta við sítt kirkjulið og Føroya fólk, sigur hon.
Um hon sjálv fer at gera okkurt kreativt í framtíðini, má tíðin vísa. – Tað er maðurin, ið er tann tekniski, og um eg skal gera okkurt video ella okkurt annað, so má eg fáa hjálp frá honum, sigur hon.

Kirkjan sjónligari á netinum
Nú fólk ikki kunnu savnast til gudstænastu, gleðist hon um, at gudstænastur verða sendar í Kringvarpinum sunnumorgnar, umframt at fleiri eisini stroyma gudstænastur á netinum. – Ein avtala er fingið í lag við Kringvarpið um at senda gudstænastur úr Dómkirkjuni komandi tíðina. Tað er gott, at fólk kortini sleppa til gudstænastu heima við hús, sigur hon. Ann Dahl Hansen skal sjálv prædika 2. páskadag. Hon gleðist eisini um, at Christianskirkjan leggur andaktir út, og at onnur stroyma gudstænastur og møti á netinum. Hóast Ann Dahl Hansen er sloppin úr sóttarhaldinum, so verður tað tó avmarkað, hvussu nógv hon verður at síggja úti á Havnargøtum í framtíðini. – Eg havi astma, og tí eri eg í einum vandabólki og má tí vera eyka varin, nú korona herjar. Men eg komi tó eftir øllum at døma at hava nokk at gera kortini, sigur hon.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

Í gjár kl. 23:18

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

Í gjár kl. 17:48

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Champions League: Bayern vann stórdystin og United fekk loksins ein sigur

15 minuttir síðan
Tíðindi

Setur spurnar­tekin við drúgvu frið­ing­ina á Føroya­banka

35 minuttir síðan
Hondbóltur

Marita vann á Mariu í bestu donsku hondbóltsdeildini

55 minuttir síðan
Tíðindi

Kann Invest in Denmark hjálpa Føroyum at fáa íløgur?

1 tími síðan
Tíðindi

Spanski sam­ferðslu­ráð­harrin fer frá eftir tok­vanlukkur

2 tímar síðan
Tíðindi

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3 tímar síðan
Tíðindi

Heystveðrið sæst aftur í elframleiðsluni

4 tímar síðan
Tíðindi

Grønlendska tingið samtykt verjuavtaluna við USA

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Onki Merki – Onki “Tú altfagra land mítt” til OL í Los Angeles í 2028

4 tímar síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

5 tímar síðan
Tíðindi

Málini móti Bakkafrosti eru fyrnd

5 tímar síðan
Tíðindi

Trump sigur seg steðga milli­arda­stuðli­num til Ísraels

6 tímar síðan