info
Ongi úrslit

Klaksvík gongur á odda

Klaksvíkar kommuna hevur lagt seg eftir at gera nógv burtur úr arbeiðinum við integratión av útlendingum. Aftur í ár skipar hon fyri International Day.

info
Danjal av Rana
30. august 2016 kl. 13:53
Altjóða dagurin ella “International Day” verður nú aftur í Klaksvík leygardagin 3. septembur, har møguleiki verður at síggja, smakka og uppliva ymiskleikan millum fólkið, sum býr í Klaksvík. Integratiónsnevndin í Klaksvíkar kommunu er nú vertur fyri altjóða degnum "International Day" annað árið á rað. Dagurin verður hildin í Skúlanum við Ósánna komandi leygardag. Altjóða dagurin varpar ljós á ymiskleikan, sum er millum fólkið, ið býr í Klaksvík. Hetta við at bjóða øllum at royna ymiskar etniskar rættir úr Argentina, Bangladesh, India, Indonesia, Póllandi, Filipsoyggjunum, Thailandi, and Uruguai, og at uppliva fólk frá ymisku londunum sýna fram hvør sína tjóðarframførslu. - Við altjóða degnum verður dentur lagdur á eitt av málunum, sum lagt var fram í integratiónspolitikkinum hjá Klaksvíkar kommuni síðsta ár, nevniliga "samfelag", sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu og formaður í integratiónsnevndini. - Av tí at Klaksvík er ein býur, sum rúmar ymiskum mentanum, kann býurin fagna hesum ymisku mentanunum í býnum og eggja til, at ymisku samfelagsbólkarnir samskifta, hava við hvønn annan at gera og halda samband sínamillum, stendur í integratiónsálitinum hjá Klaksvíkar kommunu. -Ein avgerandi liður í integratión er, at bæði lokal fólk og tilflytarar í samfelagnum koma saman. Við altjóða degnum verður hetta framt í verki, tá øll koma saman at læra um mentanir hjá hvørjum øðrum gjøgnum list, mat, tónleik og framførslur. -Hetta er ein gyltur møguleiki at leggja fram ríku søgurnar handan hesar ymisku mentanirnar, sum eru í Klaksvík, sigur Kinga Eysturland, limur í integratiónsnevndini í Klaksvíkar kommunu. Í integratiónsnevndini sita Jógvan Skorheim, formaður, Gunvá við Keldu, Kinga Eysturland, Jean Guðjónsson, Rainer Latupeirissa, Sadiqull Patawary, og Catherine Steinberg. 

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Hava funnið 7000 ára gamlan ankarstein í Noregi

3 tímar síðan
Fótbóltur

FAKTA: Ballon d’Or-vinnararnir seinastu tíggju árini

4 tímar síðan
Tíðindi

ST-granskarar: Russland fremur krígsbrotsverk í Ukraina

5 tímar síðan
Fótbóltur

FAKTA: Hesi vunnu á Ballon d’Or-kvøldinum

5 tímar síðan
Fótbóltur

Harry Kane vann Ballon d’Or fyri fyrstu ferð

5 tímar síðan
Tíðindi

Netanyahu undir trýsti undan valinum

5 tímar síðan
Tíðindi

Kropslutir av manni funnir í Rínánni

6 tímar síðan
Tíðindi

Átta leiðar­ar í Norð­ur­lond­um: Bjóða tøkni­risunum av

6 tímar síðan
Tíðindi

FAKTA: Soleiðis er valdið býtt í Kongressini

6 tímar síðan
Tíðindi

Trump lovar millión fyri upplýsingar um valsvik

7 tímar síðan
Tíðindi

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

8 tímar síðan
Tíðindi

TEENS á Naxos

8 tímar síðan