info
Ongi úrslit

Korona: Ásanna at prógvini verða fleiri og fleiri

WHO ásannar, at nakað kann vera í illgrunanum hjá yvir 200 granskarum um at korona smittar verri enn higartil mett

Áki Bertholdsen
8. juli 2020 kl. 15:30
Síðani í apríl hava yvir 200 granskarar úr øllum heinum víst á, at teir hava illgruna um, at korona smitta verri ígjøgnum luftina enn higartil hildið, og teir hava samstundis skuldsett alheims heilsustovnin, WHO fyri at skúgva tann illgrunan frá sær. Higartil hava myndugleikarnir ført fram, at korona smittar við dropum, sum kemur í luftina frá fólki tá ið tey njósa ella hosta. Men teir hava eisini sagt, at hesir droparnir eru so mikið stórir, at teir fella til jarðar lutfalsiga skjótt. Men seinastu tíðina hava yvir 200 granskarar úr øllum heiminum víst á, at tað eru alsamt fleiri prógv fyri, at korona eisini smittar við ersmáum dropum, ella mikrodropum, sum verða hangandi í lftini leingi. Og nú hevur Benedetta Alegrazzi, sum samskipar smittufyribyrgjandi arbeiðið hjá WHO, sagt á tíðindafundi, at hetta ein spurningur, sum alsamt verður granskaður. Hon ásannar eisini, at prógvini fyri tí verða fleiri og fleiri, men tey eru ikki endalig og tí kann eingin niðurstøða gerast enn. Hon sigur, at tískil kann tað ikki útihýsast, at korona smittar við mikrodropum, sum verða hangandi í luftini, serliga í mannamúgvum, og innandura, helst har útluftingin er vánalig.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

Í gjár kl. 07:54

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Níggju føroysk mál vóru skotin í heimasigri hjá HF Karlskrona

3 minuttir síðan
Tíðindi

Innflutningurin farin upp um 12 milliardir krónur

23 minuttir síðan
Fótbóltur

Vendsyssel FF hevur bert fingið tvey stig í seks teimum seinastu dystunum

43 minuttir síðan
Tíðindi

Elsti dani nakr­an­tíð var lim­ur í danska nazista­flokkinum

1 tími síðan
Hondbóltur

Burn: EB mátti lúta fyri Kyndli í høllini á Eiði

1 tími síðan
Tíðindi

Annar sigurin á rað hjá Skuru

1 tími síðan
Fótbóltur

Tað verður eingin fótbóltur í Vági í morgin

1 tími síðan
Tíðindi

Fylgisveina­mynd vís­ir akr­ar á goml­um hav­botni í Niður­londum

2 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: EB vann aftur á Kyndli

2 tímar síðan
Tíðindi

Laksurin dregur útflutningin upp – makrelurin nógv niður

3 tímar síðan
Ítróttur

KÍ hevur skrivað undir við nýggjan venjara

4 tímar síðan
Tíðindi

Sjúkrabilastøðin í Vágum skal mannast við tveimum alt árið

5 tímar síðan