Kirsten Schwalbe meldar seg inn í Danmarks Nationalsocialistiske Arbejderparti, DNSAP, í august 1941. Tað sæst sambært Kristeligt Dagblad í sokallaða Bovrup-yvirlitinum, sum er eitt yvirlit yvir limir í flokkinum.
Fyrrverandi maður hennara var eisini limur.
Schwalbe sigur við TV Midtvest, at hon bara meldar seg inn, tí maðurin heitti á hana um tað.
– Eg helt als ikki við týskarunum, sigur hon.
Tá hon verður spurd, um hon hevði samkenslu við nazistunum, svarar hon:
– Als ikki. Eg visti næstan ikki, hvat tað var, tí eg havi ongantíð havt áhuga fyri politikki.
Hon heldur tað vera órættvíst, at hon nú, meira enn 70 ár seinni, skal standa til svars fyri limaskapin.
– Tá í tíðini settu konurnar seg ikki inn í slíkt, sigur hon.
Navnið stendur í Bovrup-yvirlitinum
Tveir søgufrøðingar hava óheftir av hvørjum øðrum váttað fyri Kristeligt Dagblad, at navnið hjá Kirsten Schwalbe stendur í Bovrup-yvirlitinum.
Eftirnavnið er har skrivað „Schalbe“, men føðingardagur og bústaður samsvara við upplýsingarnar um hana.
Charlie Krautwald, søgufrøðingur við Keypmannahavnar universitet, vísir tó á, at yvirlitið bara sigur, um ein persónur hevur meldað seg inn í flokkin.
Tað sigur einki um, hví viðkomandi gjørdist limur, hvussu leingi limaskapurin vardi, ella um persónurin var virkin í flokkinum.
DNSAP varð stovnað í 1930 við sterkari fyrimynd í týska nazistaflokkinum NSDAP hjá Adolf Hitler.
Gjørdist metgomul mikudagin
TV Midtvest hevur í fleiri ár fylgt lívinum hjá Kirsten Schwalbe og umsitur eisini Instagram-vangan hjá henni. Tveir starvsfólkar hjá miðlinum hava nýliga givið út bók um hana.
Kortini hevur limaskapurin í nazistaflokkinum ikki verið nevndur fyrr. Høvuðsritstjórin hjá TV Midtvest sigur við Kristeligt Dagblad, at miðilin ikki kendi til hann.
Kirsten Schwalbe úr Struer gjørdist mikudagin 112 ár og 218 dagar gomul og harvið longst livandi danin, sum vit vita um.