info
Ongi úrslit

Innflutningurin farin upp um 12 milliardir krónur

Føroyar hava innflutt fyri meira enn 12 milliardir krónur seinastu 12 mánaðirnar. Serliga innflutningurin av akførum, olju og maskinum er vaksin nógv.

Eirikur Lindenskov
16. oktober 2026 kl. 22:10

Innflutningurin av vørum er vaksin munandi seinasta árið.

Sambært nýggjastu tølunum hjá Hagstovu Føroya varð innflutt fyri góðar 12,1 milliardir krónur í 12 mánaðarskeiðinum frá september 2025 til august 2026. Tað eru góðar 1,2 milliardir krónur meira, ella 11 prosent, enn í undanfarna 12 mánaðarskeiðinum.

Serliga innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er vaksin nógv. Hesin vørubólkurin vaks við 699 milliónum krónum, ella 27,8 prosentum, upp í góðar 3,2 milliardir krónur.

Innflutningurin av matvørum og livandi djórum vaks samstundis við 162 milliónum krónum, meðan djóra- og plantuoljur vuksu við 166 milliónum. Serliga rapsolja stendur fyri stórum parti av hesum vøkstrinum.

ES stendur fyri størsta partinum

Innflutningurin úr ES er vaksin við 217 milliónum krónum, úr 5,37 milliardum upp í 5,59 milliardir krónur. Tað svarar til ein vøkstur upp á 4 prosent.

Av hesum er innflutningurin av oljuúrdráttum vaksin við 148 milliónum krónum og innflutningurin av akførum við 107 milliónum.

Hagstovan vísir á, at innflutningurin úr ES hevur verið vaksandi síðani summarið 2024 og nú aftur liggur á umleið 440 milliónum krónum um mánaðin. Tað er á leið sama støði sum áðrenn 2022.

Stórur vøkstur úr Norðuramerika

Innflutningurin úr Norðuramerika er eisini vaksin nógv.

Hann fór úr 271 milliónum upp í 506 milliónir krónur – ein vøkstur upp á 235 milliónir krónur, ella nærum 87 prosent. Innflutningurin úr Evropa uttan fyri ES vaks við 258 milliónum krónum.

Í einstøkum vørubólkum er eisini stórur vøkstur. Innflutningurin av akførum er vaksin við 145 milliónum krónum, meðan plantuolja og feitt eru vaksin við 117 milliónum. Innflutningurin av fiski og fiskavørum er vaksin við góðum 95 milliónum krónum.

Tað eru tó eisini vørubólkar, har innflutningurin er minkaður. Ídnaðarvørur flokkaðar eftir ráevni eru minkaðar við 131 milliónum krónum.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

Í gjár kl. 07:54

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Níggju føroysk mál vóru skotin í heimasigri hjá HF Karlskrona

11 minuttir síðan
Fótbóltur

Vendsyssel FF hevur bert fingið tvey stig í seks teimum seinastu dystunum

51 minuttir síðan
Tíðindi

Elsti dani nakr­an­tíð var lim­ur í danska nazista­flokkinum

1 tími síðan
Hondbóltur

Burn: EB mátti lúta fyri Kyndli í høllini á Eiði

1 tími síðan
Tíðindi

Annar sigurin á rað hjá Skuru

1 tími síðan
Fótbóltur

Tað verður eingin fótbóltur í Vági í morgin

1 tími síðan
Tíðindi

Fylgisveina­mynd vís­ir akr­ar á goml­um hav­botni í Niður­londum

2 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: EB vann aftur á Kyndli

2 tímar síðan
Tíðindi

Laksurin dregur útflutningin upp – makrelurin nógv niður

3 tímar síðan
Ítróttur

KÍ hevur skrivað undir við nýggjan venjara

4 tímar síðan
Tíðindi

Sjúkrabilastøðin í Vágum skal mannast við tveimum alt árið

5 tímar síðan
Fótbóltur

U17: EM-undankapping og venjingardystur móti Japan

5 tímar síðan