Ari Olsen var á vøllinum allan dystin, og Árni Nóa Atlason (myndin) var á vøllinum seinasta korterið, tá Vendsyssel FF sætta dystin á rað ikki megnaði at vinna ein dyst í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Í kvøld gjørdist talan um 1-2 tap á útivølli fyri Kolding. Heimaliðið legði seg á odda tíðliga í seinna hálvleiki, og tá klokkan vísti 85 minuttir øktu teir til 2-0. Í yvirtíðini megnaði Andreas Kristiansen at minka um munin.
Vendsyssel er triðaftast í deildini við 10 stigum. Teir eru fýra stig frá Aarhus Fremad, ið er á sætta plássinum sum gevur atgongd til ovara endaspælið aftaná lokið grundspæl.
Komandi fríggjadag klokkan 17 spælir Vendsyssel FF dyst á útivølli móti Hobro.