info
Ongi úrslit

Korona: Vildu hava løgregluna at hjálpa sær

Tað vóru nøkur, sum vórðu burturvíst av skeinkistøðum í nátt

Áki Bertholdsen
14. november 2021 kl. 08:16

Fíggjakvøldið á midnátt komu nýggju tilmælini frá landsstýrinum í sambandi við koronu, í gildið. Eitt av hesum tilmælum er, at ein skipan við koronupassi verður sett í gildið. Ein partur av hesum er, at í mesta lagi 200 fólk kunnu savnast innandura, men fortreytin er, at tey hava koronupass. Hava tey einki koronupass, kunnu í mesta lagi 50 fólk savnast innandura.

Síggj tilmælini niðanfyri. Tilmælini eru býtt í trý, alt eftir, hvussu støðan er og í hesum døgum eru vit á stigi 2, sum er gult.

Myndin er ikki tøk

Fyri skeinkistøðini hevur hetta ikki tann stóra týdningin akkurát nú, tí tað var longu uppundir seinasta vikuskiftið, at tey, sjálvboðin, settu eina skipan við koronupassi í gildið. Tað hendi tann 3. november, tá ið løgmaður mælti til, at skeinkistøðini lótu aftur um náttina fyri at basa smittuni. Tað vildu tey ikki, men afturfyri settu tey eina skipan við koronupassi í gildið. Men hetta er so fyrsta vikuskiftið, at landsstýrið hevur beinleiðis mælt til, at fólk skuli hava koronupass fyri at kunna vera saman við øðrum.

Seinasta vikuskiftið var at kalla steindeytt í náttarlívinum, men hetta vikuskiftið hevur nakað av fólki verið í býnum, men ikki so nógv, sum vanligt. Og tað eru ikki øll, sum hava útvegað sær koronupass, tí tað eru í hvussu so er nøkur, sum ikki eru sloppin inn á skeinkistøðini, men eru víst á dyr aftur.

Men tey vóru ikki ráðaleys, tí summi av teimum vildu so hava løgregluna at hjálpa sær at sleppa inn á skeinkistøðini. Løgreglan sigur nevniliga, at nøkur fólk hava ringt til tey, at fáa løgregluna at syrgja fyri, at tey sluppu inn á skeinkistøðini.

Men løgreglan sigur, at tað kunnu tey ikki hjálpa til við, tí skeinkistøð gera sjálvi av, hvørjar treytirnar eru fyri at sleppa inn. Men løgreglan sigur, at tey fingu eitt prát við hesi fólkini um støðuna og um skipanina við koronupassi.

Annars er ein bilførari eisini tikin í Eysturoy fyri at koyra við kenning. Sostatt eru fýra bilførarar tiknir hetta vikuskiftið fyri at koyra ávirkaðir tríggir í Eysturoy og ein í Havn.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

Í gjár kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Danmark leikti javnt móti Spania

2 minuttir síðan
Tíðindi

Johnson gevst sum leið­ari hjá Re­publi­kan­ar­u­num

22 minuttir síðan
Tíðindi

Bønir & illbønir í Filmsfelagnum

31 minuttir síðan
Fótbóltur

FC Nordsjælland reyk úr steypakappingini

32 minuttir síðan
Lesarabrøv

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

50 minuttir síðan
Fótbóltur

Champions League: Como vann metstóran sigur

1 tími síðan
Tíðindi

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

1 tími síðan
Tíðindi

Næsahjólið á Widerøe-flogfari órógvaði

1 tími síðan
Hondbóltur

Gylta og liðfelagarnir vóru fyri stórtapi

1 tími síðan
Lýsingagrein

Gjaldstovan og Nema gjørt av­talu um før­oysku tíð­ar­skrá­set­ing­ar­skip­an­ina Nema Tíð

2 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Soleiðis vunnu Føroyar greitt á Kosovo

2 tímar síðan
Tíðindi

Vil gera tað lættari hjá SSL at keypa nýggjar ferjur

2 tímar síðan