– Føroyingar skulu sjálvandi vera hjartaliga vælkomnir heim á jólum. Men eg vil heita staðiliga á eir um at ansa væl eftir.
Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. Jólini nærkast og av fleiri orsøkum er serliga stórur vandi fyri, at korona kann fara at breiða seg í tí sambandi. Fyri tað fyrsta verða nógv jólaborðhald allastaðni, umframt at tað er væntandi, føroyingar í túsundatali koma heim at halda jól.
Føroyingar skulu sjálvandi vera vælkomnir heim á jólum, staðfestur løgmaður. Men hann ger samstundis greitt, at landsstýrið ætlar ikki at taka nøkur serlig stig fyri at forða fyri, at korona fer at breiða seg.
– Vit eru framvegis av teirri sannføring, at vit koma longst við at vísa fólki álit, sigur hann. Tí minnir hann staðiliga tey, sum koma heim, á tilmælið um at lata seg kanna, tá ið teir hava verið her í seks dagar, og um ikki at fara út ímillum fólk til tey eru kannað aðru ferð.
Og hann minnir eisini á, at hóast ein fyritøka, ella ein felagsskapur, heldur jólaborðhald, eru tey vanligu tilmælini galdandi. Tað eru tilmæli um frástøðu og reinføri, og tey eiga fólk at halda, eisini í samband við eitt jólaborðhald. Tilmælið er eisini, at vit skulu í mesta lagi vera 100 fólk saman, men tað munnu vera fáar fyritøkur, sum hava so nógv starvsfólk.
Annars ætlar samgongan at fáa Løgtingið at gera landsstýrinum heimild til at avmarka virksemið hjá skeinkistøðum og matstovum. Uppskotið er til viðgerar í hesum døgum, og verður tað samtykt, kann landsstýrið avmarka upplatingartíðirnar, ella steingja matstovur og skeinkistøð heilt. Landsstýrið kann eisini avmarka talið á fólki, sum er inni.
Men løgmaður ger greitt, at ætlanin er ikki at brúka hesar heimildirnar frammanundan. Tær verða ikki brúktar fyrr enn vit koma í eina støðu, har smittan fer at breiða seg so illa, at vit meta, at tað verður neyðugt, sigur hann. Men hann vónar, at føroyingar framhaldandi vísa ábyrgd og taka støðuna í álvara.
– Vit skulu ikki aftur í eina støðu, vit komu í eftir ólavsøku, har smittan tók dik á seg og eg vænti heldur ikki, at nakar vil vera tann, sum er atvoldin til tað, leggur hann afturat.
– Smittan hevur fingið fastatøkur á okkara grannalondum og vit mugu øll standa saman um, at tað ikki skal henda hjá okkum eisini, sigur løgmaður.
Mest lisið hesa vikuna
Løgreglan eftirlýsir mann í Havn
29. oktober kl. 07:44
So nógv vita danskir politikarar um Føroyar
30. oktober kl. 15:45
Aðalstjóri við meira enn einari millión krónum ársløn
1. november kl. 07:45
Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum
2. november kl. 23:18
Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu
Í gjár kl. 14:11
Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn
2. november kl. 17:48
Fleiri tíðindi
Fótbóltur
Champions League: Como vann metstóran sigur
10 minuttir síðan
Tíðindi
Signa skrivaði søgu við gullmedalju
56 minuttir síðan
Tíðindi
Næsahjólið á Widerøe-flogfari órógvaði
57 minuttir síðan
Hondbóltur
Gylta og liðfelagarnir vóru fyri stórtapi
1 tími síðan
Lýsingagrein
Gjaldstovan og Nema gjørt avtalu um føroysku tíðarskrásetingarskipanina Nema Tíð
1 tími síðan
Hondbóltur
VIDEO: Soleiðis vunnu Føroyar greitt á Kosovo
1 tími síðan
Tíðindi
Vil gera tað lættari hjá SSL at keypa nýggjar ferjur
1 tími síðan
Hondbóltur
Føroyar løgdu bragdliga fyri
2 tímar síðan
Tíðindi
Trump missir meirilutan – demokratarnir taka valdið í Kongressini
3 tímar síðan
Hondbóltur
Myndir: Føroyar-Kosovo
3 tímar síðan
Tíðindi
Trump viðurkennir: Kríggið í Iran ávirkaði valósigurin
3 tímar síðan
Tíðindi
Novo hevur skrásett 337 føroysk heilsustarvsfólk
5 tímar síðan