Kríggið í Iran var ein viðvirkandi orsøk til, at republikanararnir taptu miðskeiðisvalið í gjár. Tað viðurkennir amerikanski forsetin, Donald Trump, í sínum fyrstu almennu viðmerkingum eftir valið.
– Eg haldi, at tað í stóran mun er rætt, tí tað fekk bensinprísin at hækka eitt sindur í eitt stutt tíðarskeið, sigur hann.
Trump heldur kortini fast við, at kríggið var stríðið vert, tí tað sambært honum forðar Iran í at menna kjarnorkuvápn.
– Tað í Iran vóru vit noydd at gera, og vit halda fram við tí, sigur forsetin.
Nakrar tímar frammanundan hevði varaforsetin, J. D. Vance, í einum longri uppslagi á X skrivað, at kríggið í Iran var høvuðsorsøkin til valósigurin hjá republikanarunum.
Trump sigur, at hann hevur tað fínt við uppslagnum, har Vance tekur frástøðu frá illa umtókta krígnum.
– Eg kann siga tykkum, at viðvíkjandi krígnum hevði eg ikki gjørt nakað øðrvísi, sigur Trump.
Dagurin eftir miðskeiðisvalið fór hjá Donaldi Trump millum annað við at greiða frá byggi- og umvælingarverkætlanum sínum í Washington. Her er forsetin í veitslusalinum við Hvítu Húsini, sum enn er í gerð. Mynd: Mandel Ngan/Ritzau Scanpix
Heldur fast við, at hann hevði vunnið
Mikudagin endurtók forsetin eisini pástandin um, at republikanararnir høvdu vunnið, um hann sjálvur hevði verið á atkvøðuseðlinum. Tað sama segði hann á valkvøldinum týsdagin.
Spurdur, um enn eitt ríkisrættarmál kann verða reist móti honum, nú demokratarnir hava meiriluta í Kongressini, svarar Trump, at tað fer at oyðileggja demokratarnar, um teir royna tað.
Valósigurin og avleiðingarnar av honum vóru tó ikki tað, sum forsetin brúkti mestu tíðina upp á, tá hann møtti fjølmiðlunum.
Donald Trump viðurkennir, at kríggið í Iran hevði týdning fyri valósigurin hjá republikanarunum. Kortini sigur forsetin, at hann ikki hevði gjørt nakað øðrvísi viðvíkjandi krígnum. Mynd: Evan Vucci/Reuters
Tosaði mest um byggiverkætlanir
Í staðin tosaði Trump fyrst og fremst um sínar byggiverkætlanir, serliga nýggja veitslusalin við Hvítu Húsini.
Sambært New York Times greiddi hann millum annað frá, hvat marmor verður brúkt í byggingini.
Har byggiplássið nú er, stóð eysturvongurin í Hvítu Húsunum. Trump læt søguliga vongin ríva niður fyri at gera pláss fyri veitslusalinum, sum hann heldur størri tørv vera á.
Ritzau