337 heilsustarvsfólk í Føroyum eru skrásett í einum innanhýsis dátugrunni hjá heilivágsfyritøkuni Novo Nordisk. Av teimum eru 87 læknar.
Tað skrivar Kringvarp Føroya við støði í upplýsingum frá danska miðlinum Ingeniøren, sum hevur greinað ein dátuleka hjá fyritøkuni.
Sambært Kringvarpinum eru eisini sjúkrarøktarfrøðingar, apoteksstarvsfólk og leiðslufólk skrásett.
Novo Nordisk flokkar læknar eftir nýtsluni av heilivági frá fyritøkuni. Ellivu føroyskir læknar eru mettir sum regluligir brúkarar, og fýra eru settir í ovasta bólkin, nevndur »Advocate«.
Kringvarpið leggur tó dent á, at henda innanhýsis metingin ikki staðfestir, at læknarnir sjálvir kenna flokkingina ella hava játtað at vera talsfólk hjá fyritøkuni.
Harumframt hava fimm føroyskir læknar fingið eina meting av handilsliga virðinum fyri Novo Nordisk. Fýra hava fingið hægsta karakter, A, og ein hevur fingið B.
Sambært Kringvarpinum sigur Novo Nordisk, at dátugrunnar um heilsustarvsfólk eru vanligir í vinnuni, og at fyritøkan fylgir galdandi lógum og reglum.