info
Ongi úrslit

Føroyar løgdu bragdliga fyri

Hóast heimaliðið misnýtti fleiri møguleikar og tað í seinna hálvleiki endaði javnt, so vunnu føroyingar við sjey málum ímóti Kosovo

Jóannes Hansen
4. november 2026 kl. 20:42

Føroyar vunnu í kvøld 37-30 (20-13) í fyrsta dystinum í nýggju EM undankappingini í hondbólti fyri menn.

Heilt stóri maðurin á føroyska liðnum og dagsins spælari var Óli Mittún, sum var toppskjútti við átta málum og legði upp til fleiri enn so.

Føroyar løgdu bragdliga fyri, og munurin var eftir fyrra hálvleik sjey mál. Verjan hjá Kosovo var avgjørt at tosa við, og føroyski sigurin kundi verið væl størri, tí føroyingar spældu seg til nógvar upplagdar møguleikar, sum ikki bóru mál við sær.

Føroyska avrikið hevur onkuntíð verið meiri sannførandi, enn tað var í kvøld. Ein av orsøkunum var, at ov nógvir møguleikar vórðu misnýttir, og ein onnur orsøk var, at allir spælararnir fingu møguleikan, og at onkrir av lyklaspælarunum vóru spardir inntil sunnudagin, tá ið tað aftur er EM undankappingardystur.

Føroyar vóru eina løtu frammanfyri 30-20, men so minkaði munurin til sjey mál.

-Vit eiga altíð vera nøgdir við at vinna EM undankappingardystir, og tá ið vit vinna við sjey málum, eiga vit at vera heilt væl nøgdir. Nú fara vit at hvíla, eta og sova og so fara vit at fyrireika okkum til dystin sunnudagin, sum er týdningarmikil, sigur landsliðsvenjari Peter Bredstorff-Larsen, sum fegnast um, at møguleiki var at geva øllum spælarunum møguleikan.

-Vit spældu væl fyrstu trý korterini, og so dalaðu vit, og tað sást aftur á tølunum. Vit misnýttu nógvar málmøguleikar, og vit hjálptu ikki okkara málverja so væl, sum vit kundu havt gjørt, sigur toppskjúttin Óli Mittún í samrøðu við Kringvarp Føroya. Merkisvert er tað, at Óli ongan møguleika misnýtti.

Merkisvert er tað, at ellivu føroyskir spælarar vóru á málskjúttaralistanum í kvøld.

Seinnapartin sunnudagin fer føroyska liðið at spæla á útivølli í Montenegro.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

Í gjár kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

Í gjár kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Trump missir meiri­lut­an – demo­krat­ar­nir taka vald­ið í Kongressini

1 tími síðan
Hondbóltur

Myndir: Føroyar-Kosovo

1 tími síðan
Tíðindi

Trump viðurkennir: Kríggið í Iran ávirkaði valósigurin

1 tími síðan
Tíðindi

Novo hevur skrásett 337 føroysk heilsustarvsfólk

2 tímar síðan
Tíðindi

Snildfonin skal verða heima – eisini snild ur skulu úr skúlanum

3 tímar síðan
Tíðindi

Lógaruppskot um snildfonir í skúlanum til hoyringar

4 tímar síðan
Tíðindi

Musk tykist hava strikað áheitan um at velja Republikanararnar

4 tímar síðan
Tíðindi

Minningarhald fyri børn, ið farin eru sunnudagin

4 tímar síðan
Tíðindi

J. D. Vance eftir valið: - Øll vita hví vit taptu

4 tímar síðan
Tíðindi

Kópur í Føroyum – skaðadjór ella týðandi partur av náttúruni?

5 tímar síðan
Tíðindi

Bjóða øki út til íbúðarbygging

5 tímar síðan
Tíðindi

Móttøka og skipsdópur av Hav Fles í Søldafirði

6 tímar síðan