info
Ongi úrslit

Sandingar skulu hava nýggjan barnagarð

Í Sands kommunu ætla tey nú at seta skjøtul á ein spildurnýggjan barnagarð.

Vilmund Jacobsen
26. august 2022 kl. 11:59

Í vikuni hava starvsfólk í barnagarðinum, foreldraumboð og bygdarráðslimir verið til framløgu um ætlanir at byggja ein nýggjan barnagarð á Sandi.

Á Sandi er barnagarðurin á Teigunum, sum er bygdur uppí eini eldri sethús, men í Sands kommunu ætla tey nú at seta skjøtul á ein nýggjan barnagarð.

Tá kallað varð til kunnandi fund á kommunuskrivstovuni, har greitt varð frá teimum ætlanum, sum Sands kommuna hevur, høvdu fólk eisini høvi at seta spurningar.

Fyrr í summar skrivaði Sands kommuna undir sáttmála við J&K Petersen um at gera eina nýggja útstykking Uppi á Ryggi á Sandi. Nýggja útstykkingin liggur skamt norðan fyri verandi útstykking á Vatnsryggi. 

33 grundstykki skulu gerast byggibúgvin í nýggju útstykkingini, og sum framhald av hesi útstykking hevur kommunan eisini gjørt avtalu um keyp av grundstykki til nýggjan barnagarð.

Myndin er ikki tøk

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

Í gjár kl. 07:54

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Ajax tapti fyri Roskilde í toppuppgerðini

9 minuttir síðan
Fótbóltur

Hanus og liðfelagarnir taptu annan dystin á rað

5 tímar síðan
Hondbóltur

Valur og Stjarnan vunnu

6 tímar síðan
Fótbóltur

ÍBV megnaði ikki at tryggja sær bronsuna í kvøld

6 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Adrian mundi fingið skaða av grovari takkling

7 tímar síðan
Hondbóltur

Níggju føroysk mál vóru skotin í heimasigri hjá HF Karlskrona

7 tímar síðan
Tíðindi

Innflutningurin farin upp um 12 milliardir krónur

8 tímar síðan
Fótbóltur

Vendsyssel FF hevur bert fingið tvey stig í seks teimum seinastu dystunum

8 tímar síðan
Tíðindi

Elsti dani nakr­an­tíð var lim­ur í danska nazista­flokkinum

8 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: EB mátti lúta fyri Kyndli í høllini á Eiði

9 tímar síðan
Tíðindi

Annar sigurin á rað hjá Skuru

9 tímar síðan
Fótbóltur

Tað verður eingin fótbóltur í Vági í morgin

9 tímar síðan