info
Ongi úrslit

Løgmaður kolldømir New Public Management

info
Danjal av Rana
23. august 2016 kl. 16:45
Løgmaður, Aksel V. Johannesen, heldur, at leiðslur eiga at leggja dent á at taka starvsfólkumboðini við í avgerðartilgongdina. Hann róði fram undir, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum eiga at gera semjur, sum tryggja, at sáttmálaásetingarnar um medávirkan fara at virka í verki, soleiðis sum gjørt er aðrastaðni. Løgmaður var bersøgin, tá ið hann fyrrpartin setti NSO-ráðstevnuna í nýggju hølunum hjá Starvsmannafelagnum. Aksel Johannesen heldur, at umsitingarligi leiðsluhátturin, sum kallast New Public Management (NPM) hevur spælt fallitt. Og at vit í staðin eiga at stíla eftir einum demokratiskum leiðsluformi, sum tekur starvsfólkini við í avgerðirnar. - New Public Management lovaði at skapa ein betri og bíligari almennan sektor, men hevur í roynd og veru givið ein almennan sektor, sum er bæði dýrari og vánaligari, kunnu leiðandi granskarar í almennari umsiting staðfesta, segði løgmaður í røðu fyri umboðum fyri fakfeløg og arbeiðsgevarar í Norðanlondum. NPM er ein máti at skipa og stýra almennu fyrisitingini, sum hevur íblástur frá privata vinnulívinum og marknaðarbúskapi, og sum hevur merkt umsitingarnar í okkara parti av teiminum tey seinastu 30 árini. Skipanin er merkt av eftirliti við og máting av arbeiðsavrikinum. Við skráseting av øllum og t.d. útveiting av almennum uppgávur, til tess at tryggja ein so rationellan og effektivan rakstur sum tilber. NPM hevur verið fyri hørðum atfinningum, og við útmelding síni gongur løgmaður somu leið sum svenski forsætisráðharrin Stefan Løfven, sum fyrr í summar boðaðu frá, at NPM er ein saga blot, sum stýrisháttur í almennu fyrisitingini. Ein demokratisk leið Í staðin fyri legði løgmaður dent á, at vit sum samfelag eiga at menna eina leiðsluskipan, har starvsfólk fáa veruliga medávirkan á sínum arbeiðsplássi. Hann kallaði hetta eina demokratiska leið. -Demokratiska meginreglan eigur at verða okkara virðisgrundarlag, tá ið vit útinna leiðslu. Vit skulu eggja til kjak, har ymsar meiningar kunnu brýnast og roynast. Vit skulu taka starvsfólkini við í avgerðartilgongdina, segði løgmaður. -Leiðsla og starvsfólk skulu saman skapa betri og sterkari fyritøkur. Og tað almenna skal ikki bert skapa loysnir fyri borgaran, men skapa loysnir saman við borgarunum. Hetta er ein týðandi partur av demokratisku leiðini, segði hann. Implementering Løgmaður ásannaði tó, at tað er ikki nóg mikið við føgrum orðum. Sáttmálar hava ásetingar um samstarv og medavirkan gjøgnum álitisfólkaskipan og samstarvsnevndir. Aksel V. Johannesen viðgekk, at tað er ikki altíð, at ásetingarnar verða fylgdar úti á arbeiðsplássunum. Hann segði tað tí vera umráðandi at tryggja, at tað altíð er samanhangur millum orð og gerðir. Í grannalondunum eru semjur gjørdar millum fakfeløg og arbeiðsgevarar, sum skulu tryggja, at ásetingarnar um samstarv verða fylgdar. Hann helt hetta vera eina gongda leið. -Tað vilja vit í landsstýrinum fegin viðganga, og okkara vilji at tryggja, at vit fáa veruliga medábyrgd á teimum almennu arbeiðsplássunum, skal ikki tróta, segði løgmaður, tá ið hann setti NSO-ráðstevuna fyrrapartin. NSO er stytting fyri Nordisk Tjenestemenns Organisation og er eitt samstarv millum fakfeløg í norðurlondum, sum skipa starvsfólki, ið arbeiða hjá statinum (landinum).

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Virginie Surdej filmar í Tangier

1 tími síðan
Tíðindi

Garðafest á Gørðunum í Vági 17. oktober

2 tímar síðan
Hondbóltur

Jana skoraði og legði upp til 10 mál

2 tímar síðan
Tíðindi

43.500 akfør eru nú skrásett í Føroyum

2 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: GOG vann annan dystin á rað í Champions League

3 tímar síðan
Tíðindi

Vágs skúli karmur um stórt stuðulstiltak

3 tímar síðan
Tíðindi

– Eysturoyartunnilin er ov dýr­ur: Prís­ur­in eig­ur mun­andi niður

4 tímar síðan
Tíðindi

Bátastevnan í Vestmanna letur 600.000 krónur til ítróttin

5 tímar síðan
Bilar

Nærum áttandi hvør persónbilur er elbilur

5 tímar síðan
Tíðindi

Fyrsti felags toppfundur hjá Føroyum, Íslandi og Grønlandi

6 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri nýggir bilar á føroysku vegunum

7 tímar síðan
Lesarabrøv

Ognartøka at avtaka havnagjaldið - tað sigur Innlendismálaráðið

7 tímar síðan