info
Ongi úrslit

Landsstýrið skal aftur niður á seks fólk

Stendur tað til nýskipanarnevndina, so skal eitt fólk úr landsstýrium – ella tað skal tað í øllum førum, tá næsta samgongan verður skipað.

Eirikur Lindenskov
24. november 2026 kl. 20:15

Tað heldur í øllum førum nýggja nýskipanarnevndin, sum í dag kom við sínum áliti.

Fyrsta tilmæli er endurtøka av tí, sum fyri júst einum ári síðani førdi til, at trý landsstýrisfólk máttu leggja frá sær, tí at Aksel V. Johannesen, løgmaður, í samráð við allar flokkar á tingi, kom til ta niðurstøðu, at aðalráðini framyvir skuldu vera fimm og ikki átta. Framyvir skuldi landsstýrið mannast við seks fólkum, løgmanni og fimm landsstýrisfólkum.

Men so gingu góður fýra mánaðir, løgtingsval hevði verið og nýggj samgoga skipað. Og longur helt hendan semjan ikki. Við Fólkaflokkinum á odda og sum nógv størsti flokkur, bar ikki til at skipa samgongu uttan at økja um almennu útreiðslunar til eitt aðalráða, sum staðfesti sterku støðuna hjá Fólkaflokkinum. Tá bar ikki til longur at halda lyfti, sum fyrrverandi løgmaður og núverandi fíggjarmálaráðharri hevði givið.

Tí er ivasamt, um samgongan og serliga Fólkaflokkurin ganga við til at minka um landsstýrið. Tí hví skal tað nú vera rætt, sum var skeivt í apríl og rætt í november í fjør?

Nýskipanarnevndin sigur soleiðis í tilmælinum viðvíkjandi tali av landsstýrisfólki:

Endurtøka av fyrsta tilmælinum um at lækka talið av aðalráðum niður í 6

Talið av aðalráðum hevur varierað, og málsøki eru flutt aftur og fram eftir hvørt val sum partur av samgongusamráðingum. Hetta er óheppið og skapar gang, meirkostnað, vitanarmiss og óstabilitet, bæði í aðalráðunum og í stovnunum undir ráðunum, og minni fæst burturúr, meðan broytingarnar fara fram. 

Mælt verður til at fremja nýskipan av landsfyrisitingini í verandi valskeiði, so tað frá komandi løgtingsvali eru í mesta lagi seks aðalráð, Løgmansskrivstovan íroknað. Hetta skal tryggjast við broyting í stýrisskipanarlógini, so í mesta lagi fimm landsstýrisfólk kunnu sita umframt løgmann.

Endamálið er ikki bert færri aðalráð, men ein støðugari fyrisiting við greiðari ábyrgd. Málsøkini skulu skipast eftir fakligum samanhangi, heldur enn skiftandi býti av landsstýrissessum. Nýggja skipanin skal vera fyrireikað undan komandi vali.

Broytingin miðar ímóti størri eindum, bæði fyri at fáa meiri effektivitet, eitt sterkari fakligt umhvørvi og  meira stabilitet.

Heitt verður á landsstýrið um í hesum valskeiðinum at:

• Gera eina ætlan fyri, hvussu málsøkjabýtið kann skipast á mest skynsama hátt í 6 aðalráð.

• Leggja uppskot fyri løgtingið um broyting í stýrisskipanarlógini soleiðis, at §27 staðfestir, at mesta talið av landsstýrisfólkum afturat Løgmanni er fimm landsstýrisfólk.

Kunngerðir

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Ken Fagerberg er deyður

8 tímar síðan

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

19. november kl. 04:10

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

Allur bati bøtir, men lítið er um tann, ið einki ætlar

30 minuttir síðan
Hondbóltur

European League: Liðið hjá Teis vann stórsigur

44 minuttir síðan
Tíðindi

Føroyar fáa størri botnfiskakvotur í Grønlandi í 2027

1 tími síðan
Tíðindi

U19 EM: Sara Benjaminsen bjargaði javnleikinum í yvirtíðini

1 tími síðan
Tíðindi

Tak eina jólamynd á Torginum!

2 tímar síðan
Tíðindi

Tveir menn dømdir sjey ára fongsul hvør

3 tímar síðan
Tíðindi

Fekk pengarnar aftur eftir følsk TAKS-boð

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Heilsuverkið og fer­til­i­tets­við­gerð­ir á bredda­num í Fólkatinginum

4 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj ætlan fyri vitlíki fyri 51 milliónir krónur

5 tímar síðan
Tíðindi

Lønarveitsla í Bodø/Glimt: Venjarin 17,6 milliónir í inntøku

6 tímar síðan
Tíðindi

Les Sosialin á telefonini fyri 80 krónur um mánaðin

7 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Psykiatriski depilin flytir deildir oman í H-bygningin

7 tímar síðan