Tað kom fram á tingfundinum í dag, tá Fróði Magnussen spurdi Jacob Vestergaard, landsstýrismann í vinnumálum, hvussu gongur við arbeiðinum at fáa hesar gjaldsloysnir at virka í Føroyum.
Jacob Vestergaard upplýsti, at lógaruppskotið nú er borið í Løgtingið.
Uppskotið hevur til endamáls at broyta føroysku reglurnar, so útlendskir veitarar av gjaldstænastum kunnu virka í Føroyum undir somu ella líknandi treytum sum í Danmark.
Vinnumálaráðið sendi uppskotið til hoyringar 16. september, og hoyringsfreistin var 7. oktober.
Føroyar hava verið uttanfyri
Trupulleikin hevur higartil verið, at føroyska gjaldslógin ikki gevur somu atgongd sum danska lógin til veitarar, sum eru góðkendir í ES- og EFTA-londum.
Vipps MobilePay er skrásett í Noregi, sum er EFTA-land, og kann tí virka í Danmark gjøgnum eina deild uttan serligt danskt loyvi.
Men henda heimildin er ikki tikin við í føroysku lóggávuna, tí Føroyar hvørki eru limir í ES ella EFTA.
Tí hevur eitt felag sum Vipps MobilePay higartil skulað søkt danska Fíggjareftirlitið um serligt loyvi at veita tænastuna í Føroyum.
Jacob Vestergaard hevur áður upplýst, at hetta kann hava umsitingarligar og tøkniligar útreiðslur við sær, sum gera tað lítið lokkandi hjá veitarum at fara inn á lítla føroyska marknaðin.
Skal lata marknaðin upp
Við nýggja uppskotinum skulu veitarar av talgildum gjaldstænastum, sum longu hava virksemi í Danmark og eru góðkendir í ES ella EFTA, kunna virka í Føroyum uttan at gera eina serliga føroyska loyvisskipan.
Vinnumálaráðið hevur sjálvt nevnt MobilePay og Vipps sum dømi um tænastur, sum føroyingar kunnu fáa atgongd til, verður lógarbroytingin samtykt.
– Tað er gleðiligt, at vit skjótt kunnu fáa atgongd til framkomnar gjaldstænastur undir tryggum og skipaðum kørmum, segði Jacob Vestergaard, tá uppskotið varð sent til hoyringar í september.
Lógaruppskotið gevur tó ikki í sjálvum sær nakra trygd fyri, at MobilePay ella Vipps fara at bjóða sínar tænastur í Føroyum. Tað tekur burtur eina løgfrøðiliga forðing og ger tað lættari hjá feløgunum at koma inn á føroyska marknaðin.