info
Ongi úrslit

Maður doyði á Vágsfirði

Enn er ógreitt, hví ein bátur sakk og ein 60 ára gamal maður doyði á Vágsfirði í gjárkvøldið. Suðurrás visti stutt fyri midnátt í gjárkvøldið at siga, at ein maður, á floti á fjørðinum, um seks-tíðina í gjárkvøldið, gjørdist varugur við, at eitt frambygt áttamannafar lá og sló móti landi við Grønurnar, sum er ytsti armurin á Vágsfirði. Maðurin, sum uppdagaði bátin, sigldi alt fyri eitt til áttamannafarið, sum fleyt tungt í sjónum, men tá hann kom til bátin, sakk hann, skrivar <a href="http://www.sudurras.fo/27001">Suðurrás</a> Boð vóru send til avvarðandi myndugleikar, sum sendu hjálp á staðið. Froskmenn fór niður til bátin, og har funnu teir ein mann sitandi lívleysan í stýrhúsinum. Hann var í skundi fluttur á Suðuroyar Sjúkrahús, men har var staðfest, at hann var deyður. Myndina hevur Jens Petur Brattalíð tikið.

info
Sveinur Tróndarson
31. juli 2013 kl. 11:55
Enn er ógreitt, hví ein bátur sakk og ein 60 ára gamal maður doyði á Vágsfirði í gjárkvøldið. Suðurrás visti stutt fyri midnátt í gjárkvøldið at siga, at ein maður, á floti á fjørðinum, um seks-tíðina í gjárkvøldið, gjørdist varugur við, at eitt frambygt áttamannafar lá og sló móti landi við Grønurnar, sum er ytsti armurin á Vágsfirði. Maðurin, sum uppdagaði bátin, sigldi alt fyri eitt til áttamannafarið, sum fleyt tungt í sjónum, men tá hann kom til bátin, sakk hann, skrivar Suðurrás Boð vóru send til avvarðandi myndugleikar, sum sendu hjálp á staðið. Froskmenn fór niður til bátin, og har funnu teir ein mann sitandi lívleysan í stýrhúsinum. Hann var í skundi fluttur á Suðuroyar Sjúkrahús, men har var staðfest, at hann var deyður. Myndina hevur Jens Petur Brattalíð tikið.

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

Í gjár kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

17 tímar síðan

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Inga Maria og Joan eru valdar á vikuliðið í Íslandi

5 tímar síðan
Tíðindi

Er Taxi Driver besti filmur?

6 tímar síðan
Tíðindi

Guðrið Hansdóttir syngur á íslendskum

6 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: HF Karlskrona vann annan dystin á rað

6 tímar síðan
Tíðindi

Smyril broytir ella avlýsir møguliga leygardagin

7 tímar síðan
Tíðindi

Niels Juel Arge - Heim: Fagnaður til Føroyar

7 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: Kyndil vann á KíF

7 tímar síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: Kyndil vann tepran sigur á KÍF

7 tímar síðan
Tíðindi

Fólkadansur – familjudansur í Vági: børn og vaksin dansa saman

8 tímar síðan
Tíðindi

Stórhvalagildi á Kambsdali

8 tímar síðan
Fótbóltur

Conference League: Mjällby tók ikki av málmøguleikunum

8 tímar síðan
Tíðindi

Ph.d.-verja: Rógvi Olavson

8 tímar síðan